9. januar 2022

Í dag klokkan 17.30 verður tað


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Seint seinnapartin í dag skulu H71-kvinnurnar á vøllin at spæla fyrru áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, sum verður spæld á útivølli í Serbia. Og vit kunnu øll fylgja við!

Dysturin ímóti ZRK Naisa Nis verður spældur klokkan 17.30 í “Cair”-høllini í Nis, ið tekur 5.600 áskoðarar, og kann síggjast her: youtu.be/YygH0v2GcDk. Eisini ber til at lurta á FM1, tí Sjúrður Hildarson Hoydal fer at siga frá dystinum, og møguliga verður viðmerkjari eisini.

 

Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur givið H71-kvinnunum gætur, tí á heimasíðu síni tosar EHF um, at “føroyska H71, sum spælir sínar fyrstu dystir í europeisku kappingunum fyri feløg, hevur verið ein opinbering í kappingini”.

 

Eftir at hava sent makedonska WHC Cair-Skopje og sveitsiska Spono Eagles úr kappingini, skal H71 í áttandapartsfinaluni spæla ímóti einum liði, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tí ZRK Naisa Nis vann í 2007 táverandi Challenge Cup-kappingina, sum tá var tann triðsterkasta av europeisku kappingunum hjá kvinnum.

 

– Vit hava allar spælararnar tøkar, so vit hava eitt fullmannað lið til taks til dystin, segði annar av venjarunum, Ingi Olsen, við útvarpið seinnapartin, tá ið hann eisini staðfesti, at ZRK Naisa Nis spælir upp á ein heilt annan máta, enn vit eru von at síggja í Føroyum:

 

Krevur nógva mentala orku

– Tær brúka nógv pressspæl og gera tað alla tíðina, og tær spæla ikki eftir teimum spæliætlanum, vit eru von at síggja, so vit skulu umstilla bæði okkara verju- og álopsspæl munandi, og tað krevur óivað eisini nógva mentala orku av okkum.

 

Serbiska mótstøðuliðið vil helst hava so nógvar áskoðarar sum gjørligt til dystin, so tí er ókeypis atgongd. Uttan iva fara serbisku fjeppararnir at hoyrast, og Ingi Olsen ásannar eisini, at H71 skal spæla væl fyri at hanga í serbiska liðnum, tí tá ið bara 16 lið eru eftir í kappingini, kann man ikki rokna við at koma at avgera alt sjálvur niðri í Serbia.

 

– Eitt gott úrslit fyri okkum er, at vit annaðhvørt vinna dystin ella tapa so lítið sum møguligt, so vit kunnu avgera tað í Føroyum. Vit mugu ansa eftir, at ov stórur munur ikki verður á – burtursæð frá, sjálvandi, um tað ikki er til okkara fyrimun, segði H71-venjarin.

 

Tað, sum vit øll vóna av fullum hjarta nú, er at H71 skal fáa eitt so mikið gott úrslit í dag í Nis, at vit veruliga hava nakað at gleða okkum til, tá ið liðini møtast í seinnu áttandapartsfinaluni í høllini á Hálsi næsta leygardag, 15. januar, klokkan 14.

 

Koyr á, H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo