mánadagur, 10. januar 2022
Tað var altavgerandi fyri H71 at koma úr útidystinum í áttandapartsfinaluni í EHF Europa Cup-kappingini við skinninum á nøsini, og tað eydnaðist eisini. H71 vann við einum máli, men tað var bara álopsspælinum fyri at takka.
Vanliga hevur tað verið verjuspælið hjá H71, sum hevur verið tann stóra styrkin í hesi kappingini, nú okkara kvinnur á fyrsta sinni royna seg í altjóða kapping. Men so var ikki í útidystinum ímóti ZRK Naisa Nis, har tað gjørdist álopsspælið, ið bjargaði góða úrslitinum.
Maria Halsdóttir Weyhe, ið var toppskjútti við ikki færri enn 15 málum, staðfesti eisini á tíðindafundinum eftir dystin, at tað stressaði H71, at tað skuldi eydnast ZRK Naisa Nis at koma afturíaftur ímóti endanum:
– Hetta var ein javnur dystur, har vit høvdu ein góðan fyrra hálvleik og komu framum, men í seinna hálvleiki komu tær sterkt aftur. Vit blivu stressaðar, so tær fingu fatur í okkum aftur, men nú mugu vit bara síggja, hvat hendir í seinna dystinum, segði Maria.
Var ein “rutsjibana-dystur”
Eisini annar av venjarunum, Mark Lausen-Marcher, staðfesti á tíðindafundinum, at hetta hevði verið ikki sørt av einum “rutsjibana-dysti”:
– Tað koyri nokk so nógv upp og niður. Vit vóru eini seks mál frammanfyri ímóti endanum, men megnaðu ikki at halda tað, og tað eru vit ikki nøgd við, staðfestir venjarin, ið tó mátti síggja fyrimunin, H71 hevði vunnið sær, svinna burtur í næstan einki.
H71 hevði annars eina góða byrjan og kom framum 5-2, og hóast Naisa Nis kom afturíaftur, fóru H71 framum við seks málum og var á odda við fýra í hálvleikinum. Tað sá eisini heilt gott út í seinna hálvleiki, men ímóti endanum fekk Naisa Nis fatur á H71 aftur og kundi til allarsíðst fingið javnleik.
Verjuspælið skal betrast
– Álopið var veruliga gott henda dystin, og eg haldi heldur ikki, at vit gjørdu so nógvar tekniskar feilir. Men verjuspælið var ikki nóg gott, so tað mugu vit gera betri í seinna dystinum, segði Mark, ið sostatt staðfesti, at H71 hevur ivaleyst at arbeiða við hesa vikuna.
Seinni dysturin verður leygardagin 15. januar klokkan 14 í ítróttarhøllini á Hálsi, og tá er at vóna, at føroysku fjeppararnir megna at seta sín dám á, eins og teir 550 áskoðararnir í serbia gjørdu tað við síni “floytukonsert”, ið bara tók til, tá ið dysturin nærkaðist endanum!
Flott, at H71-kvinnurnar tó ikki lótu seg ávirka meira enn so, at tær fingu hildið fast og vunnið dystin, sum var enn eitt søguligt úrslit, nú tær á fyrsta sinni eru úti í Europa fyri at umboða bæði føroyskan hondbólt og Hoyvíkina, ikki minst. Vit koma sterkt aftur!
ZRK Naisa Nis-H71 38-39 (18-22)
ZRK Naisa Nis: Sanja Stamenkovic 12, Jovana Velkjovic 11, Olivera Nikolic 6, Jelena Stojanovic 4, Jana Milosevic 2, Sirine Dalla 1, Milica Mihajlovic 1, Teodora Petkovic 1
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 15, Jana Mittún 8, Brynhild Pálsdóttir 6, Elsa Egholm 3, Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Guðrið Bogadóttir á Borg 2, Eva Barba Arge 1, Sára Jacobsen 1
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |