fríggjadagur, 14. januar 2022

Lýsir nú fyri tær heimurin


Skrivað hevur: Høgni Hoydal

Fyri hvønn minutt H71-kvinnurnar spæla í EHF Cup nú, skriva tær søgu. Og fyri hvørt mál, hvørja takling og hvørja bjarging prógva tær, hvussu nógv ber til, tá ið vit seta okkum mál í felag. Tá ið vit skapa sjálvsálit og við hørðum arbeiði traðka út millum onnur at krevja okkara pláss á jøvnum føti

“Ja, ja, eg hoyri tykkum”. “Jú, jú, tað ber til!”

 

Soleiðis var ofta sagt fyrr við onkran – kanska serliga við ungfólk – sum høvdu eitt gott hugflog, og sum eldhugað greiddu frá sínum ætlanum, hugskotum ella søgum. Og tað var ironiskt meint og eitt sindur “yvirberandi”. Altso: Ja, trúgvið tit bara uppá hatta, tit fáa annað at síggja. Og tit fara skjótt at læra, at tað ber ikki til.

 

Hondina á hjartað. Hvussu ofta hava vit ikki hugsað soleiðis, tá ið vit fyrstu ferð hoyra onkran seta fram høg mál? Og hvussu ofta hava vit ikki verið skeptisk og ikki ordiliga trúð uppá tað?

 

Ja, sjálvt vit, sum elska Hoyvík, H71 og føroyskan hondbólt og hava roynt at droymt dreymar um framtíðina, verða nú dagliga tikin av fótum. Av tí menningini. Tí samanhaldi. Tí vilja. Tí dugnaskapi. Av tí sjálvsáliti. Og av teimum leikarum og úrslitum, ið verða skapt í Hoyvík, kring alt landið og í føroyskum hondbólti í Evropa og í heiminum í dag.

 

Vit síggja tann stóra munin millum at siga og hugsa: “Ja, ja, tað ber til...” Og so at standa saman og prógva, at tað BER til.

 

Hoyvík millum stórbýir

At Hoyvík við góðum 4.500 fólkum í dag er ein vird hondbóltsbygd í Evropa millum stórbýir. At Føroyar við góðum 53.000 fólkum eru á veg at gerast ein vird hondbóltsjóð millum stórveldi. At vit síggja leikarar, venjarar og hjálparfólk blóma.

 

Ja, úti í heimi eru nógv sum siga, at tað átti ikki at borið til! Eins og tá ið vit greiða frá, at vit hava okkara egna mál og mentan ella okkara egna symfoniorkestur. Ha? Ja, eg hoyri tykkum!

 

Tað ber so øgiliga nógv til, tá ið vit virða okkum sjálv, hvønnannan, kasta fordómar og undirlutakenslur av okkum og traðka út í vindin. Tá ið vit siga, sum í yrkingini hjá Christian Matras: “Lýsir nú fyri tær heimurin”.

 

Tí hetta verður skapt við at samstarva við onnur í heiminum á jøvnum føti. Við at fáa íblástur og draga heimin til okkara. Við at samstarva við dugnalig fólk úr nógvum londum og læra av teimum, sum vit síggja í feløgunum og á landsliðunum.

 

Ímóti øllum forsagnum

Tann menningin, ið fer fram í føroysku feløgunum, í Hondbóltssambandinum og í okkara altjóða luttøku sum feløg og landslið, er sum ikki einaferð skapt ímóti øllum forsagnum og við tógvið stríð av eldsálum.

 

Hondbólturin hevur sanniliga ikki verið borin á lógvum við stuðli, umstøðum ella fígging í okkara politisku skipan. At vit ikki enn hava eina altjóða góðkenda høll at draga heimin til okkara í, er rætt og slætt elendugt av okkum! Tað er enn eitt dømi um, at vit hava sagt: “Ja, ja, eg hoyri tykkum...”

 

Nú hava vit aftur ein gyltan møguleika at hoyrast. H71-kvinnurnar hava víst, at tað BER til. Tað kann gerast trupult. Tað kann gerast hart. Men latið tær nú hoyra hart og týðiliga, at vit stuðla og trúgva uppá tykkum.

 

Koyr á, Hoyvík!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com