leygardagur, 15. januar 2022

Stóra slagið stendur klokkan 14


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Seinnapartin í dag, klokkan 14, spæla H71-kvinnurnar altavgerandi dystin í EHF Europa Cup-kappingini ímóti serbiska ZRK Naisa Nis í høllini á Hálsi. Brúk er fyri øllum stuðli, ið fáast kann!

– Vit hava lagt eina ætlan, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at lukkast, men sjálvandi trúgva vit upp á tað. At vit so eisini spæla á heimavølli, eigur at vera ein fyrimunur fyri okkum, sum vit eisini sóu tað í dystunum ímóti WHC Cair og Spono Eagles, sigur annar av venjarunum, Mark Lausen-Marcher.

 

– Korona órógvaði longu tá, so áskoðararnir kanska ikki vóru so nógvir, sum vit kundu ynskt okkum, men vónandi kunnu vit aftur hesaferð njóta gott av, at mong vilja koma at stuða okkum, tí tað kann veruliga gera avgerandi munin, um tað skuldi staðið á. Vit gleða okkum og vit trúgva uppá tað!

 

Eftir framúrskarandi bragdið niðri í Serbia fyri lítlari viku síðani, har okkara kvinnur vunnu sær gott útgangsstøði við at vinna 39-38, er greitt, at tær koma víðari við javnleiki ella einum tapi, ið ikki má vera størri enn eitt mál – og hinar mugu ikki fáa fleiri enn 38 mál.

 

Skriva søgu hvørja ferð

Hetta er tó ikki nakað, tú kanst brúka í slíkum dystum, so hjá H71 er í dag ikki annað at gera, enn at koyra fram við fullari ferð og gera sítt besta fyri at vinna longu frá fyrstu løtu. Vit hava sæð, at tað riggar best, og niðri í Nis vóru tær eisini í fleiri umførum eini 5-6 mál á odda.

 

– Skulu vit gera okkum vón um at spæla okkum víðari, so má avrikið á vøllinum liggja oman fyri tað vanliga, sigur H71-forkvinnan, Anna Dam, ið eisini fegnast um avrikið hjá kvinnunum higartil í kappingini.

 

– Tær skriva søgu hvørja ferð, og vit kunnu bara staðfesta, at tað er bara við at seta sær mál, ið heldur eru í hægra lagi, at vit kunnu koma longur fram á leið, sigur hon.

 

Umráðandi er, at vit møta fjølment at stuðla kvinnunum, so tær kunnu fáa sum best burturúr, tí veruleikin er altso, at megna tær tað í dag, so eru tær komnar ófatiliga langt í EHF Europa Cup á hesum sinni, tí longu nú hava tær tikið okkum øll á bóli við sínum fantastisku avrikum.

 

Koyr á, H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com