leygardagur, 15. januar 2022

Europeiska ævintýrið livir enn!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Við einum tryggum og uppibornum sigri í dag megnaðu H71-kvinnurnar at spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar í EHF Europa Cup-kappingini. H71 vann báðar dystirnar ímóti ZRK Naisa Nis við samlaða málmuninum 69-64.

Ikki sørt, at fleiri okkara hava bestan hugin at klípa okkum í armin fyri at fáa staðfest, at hetta ikki er dreymur, men veruleiki: H71-kvinnurnar hava spælt seg í fjórðingsfinaluna í triðstørstu europeisku kappingini fyri hondbóltsfeløg, og næstu dystirnir verða altso fjórðingsfinalurnar!

 

Enn vita vit ikki, hvørjum spælast skal ímóti, men helst verður lutakast fyrst í næstu viku, har greiði fæst á, hvussu fjórðingsfinalurnar verða mannaðar. Enn vita vit heldur ikki, hvørji lið verða at finna í pottinum, tí onkur dystur verður seinni í kvøld og onkur í morgin, áðrenn øll átta liðini eru funnin.

 

Eftir tepra sigurin á útivølli niðri í Serbia síðsta sunnudag var greitt, at H71-kvinnurnar máttu vera klárar frá fyrsta bríksli í dag – og tað vóru tær! Dysturin í dag náddi ikki somu hæddir í álopsspæli sum tann fyrri, men verju- og málmansspælið var einastandandi væl frágingið hesaferð!

 

Trygt og uppiborið

Sum so ofta, var byrjanin kanska eitt sindur nervøs, og eitt skifti í fyrra hálvleiki fóru gestirnir eitt sindur framum, men fyri hálvleik hevði H71 svarað aftur og lagt seg á odda 16-13. Í byrjanini á seinna hálvleiki fingu vit ikki mál, so Naisa Nis kom upp á javnt, men so bragdaði aftur hjá H71.

 

Meginpartin av seinna hálvleiki vóru hoyvíkskvinnur eini trý mál frammanfyri, og ímóti endanum tóktist eisini greitt, at hóast tær serbisku kanska vóru sterkari, áttu tær ikki somu orku sum heimaliðið, ið hevði fult tamarhald á øllum ta síðstu longu løtuna, so sigurin gjørdist tryggur og sera væl uppiborin.

 

Nú er so bara at vóna, at bæði land og kommuna geva avrikinum gætur og rætta eina hjálpandi hond, so tað ikki hjá H71 skal kennast sum fíggjarlig revsing, at tað ítróttarliga gongur so væl. Tað hevði sømt seg, tí fáur man sum H71-kvinnurnar hava gjørt Føroyar so stórar úti í Europa!

 

H71-ZRK Naisa Nis 30-26 (16-13)

H71: Jana Mittún 8, Rannvá Olsen 6, Brynhild Pálsdóttir 3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Lív Bentsdóttir Zachariassen 3, Lukka Arge 2, Vár Bentsdóttir Zachariassen 2, Inga Maria Joensen 1, Guðrið Bogadóttir á Borg 1, Sára Jacobsen 1

ZRK Naisa Nis: Olivera Nikolic 8, Sanja Stamenkovic 7, Jovana Veljkovic 5, Jana Milosevic 3, Teodora Petkovic 2, Jelena Djurovic 1

 

Leinkjur við upplýsingum um dystin

* Dómaraseðil

* Dystarhagtøl

* Leinkja til dystin hjá EHF

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com