mánadagur, 17. januar 2022

So bíða vit eftir lutakastinum…


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Eftir fantastiska avrikið leygardagin bíða vit nú bara eftir lutakastinum um, hvørjum H71-kvinnurnar skulu spæla ímóti í fjórðingsfinaluni. Tað verður í morgin klokkan 10 á EHF-høvuðsstøðini í Wien.

EHF hevur ásett leygardagin 12. februar og leygardagin 19. februar sum dystardagar, men sum undanfarnu ferðirnar fer H71 uttan iva at vita, um tað ikki ber til at spæla báðar dystirnar í Føroyum.

 

Longu fyri viku síðani var greitt, hvørjir nakrir av fjórðingsfinalistunum vóru, og um vikuskiftið komu so tey írestandi liðini upp á pláss. Tí er greitt, at H71 kemur at møta onkrum av hesum:

 

  • Dunajská Streda (Slovakia)

  • Rocasa Gran Canaria (Spania)

  • Elche (Spania)

  • Bekament Bukovicka Banja (Serbia)

  • ÍBV (Ísland)

  • Costa del Sol Malaga (Spania)

  • Galychanka Lviv (Ukraina)

 

H71-kvinnurnar vekja ans

Sum ikki einaferð, so hevur tað vakt ans úti í Europa, at tað hevur gingið so einastandandi væl hjá okkara kvinnuliði, og ikki minst sást tað aftur á heimasíðuni hjá EHF.

 

Í umrøðuni, nú áttandapartsfinalurnar vórðu avgreiddar, fekk H71 meira umtalu á eurohandball.com enn øll tey trý sponsku feløgini tilsamans, um eru eftir í EHF Europa Cup-kappingini.

 

Undir yvirskriftini “Ævintýrið heldur fram” verður millum annað sagt, at “matarlyst fært tú við at eta, og nú hyggur føroyska liðið fram ímóti at halda fram við sínum ævintýri í fjórðingsfinalunum”.

 

Lutakastið verður fyrrapartin í morgin klokkan 10 í EHF-høvuðsstøðini í Wien, og tað ber til at fylgja tí beinleiðis á Youtube-kanalini Home of Handball.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com