mánadagur, 17. januar 2022
Saman við tveimum øðrum ítróttarfólkum er okkara Jana Mittún innstillað til heiðurin Ítróttarstjørnuskotið 2021, sum ÍSF tekur stig til.
Saman við Janu eru eisini Filip Ilic, flogbóltsspælari hjá ÍF, og Elisabeth Erlendsdottir, svimjari hjá Havnar Svimjifelag, innstillað til heiðurin, ið eitt av teimum trimum fær á Ítróttarfagnaðinum, sum verður leygarkvøldið 5. februar.
Um Janu verður sagt soleiðis í sambandið við innstillingina:
“Jana Mittún, ið er 18 ára gomul og spælir hondbólt á besta kvinnuliðnum hjá H71, hevur kappingarárið 2020-21 av álvara sligið sítt navn fast bæði í Føroyum og uttanlands.
Í februar spældi Jana ein avgerandi leiklut, tá hon og liðfelagarnir í H71 vunnu Faxe Kondi-steypakappingina hjá kvinnunum í eini spennandi finalu ímóti Neistanum, umframt at hon hevur gingið undan í góðu úrslitunum hjá H71 í EHF Europa Cup-kappingini.
Á U19-landsliðnum var hon avgerandi í Championship-kappingini, har hon við 44 málum bleiv næstbesti málskjútti í kappingini.
Í oktober fekk Jana eisini sín allarfyrsta A-landsdyst fyri Føroyar ímóti Rumenina í EM-undankappingini.”
Umframt sjálvan heiðurin, fær Ítróttastjørnuskotið eina peningaupphædd upp á 5.000 krónur. Ítróttafagnaðurin, sum verður á Hotel Hilton leygarkvøldið 5. februar klokkan 20, kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |