18. januar 2022

H71 sterka ukrainska mótstøðu


Í fjórðingsfinaluni hava H71-kvinnurnar fyri løtu síðani trekt mótstøðuliðið HC Galychanka Lviv úr Ukraina, sum uttan iva man vera nógv sterkasta mótstøða okkara higartil í EHF Europa Cup-kappingini.

Fyrsta liðið úr pottinum var eitt av teimum avgjørt stóru og sterku feløgunum, sum eftir eru í kappingini, tí HC Galychanka Lviv hevur vunnið alt, ið vinnast kann í Ukraina – og hetta eru ikki gomul úrslit, liðið kann vísa á.

 

Seks ferðir hevur liðið verið meistari í Ukraina, frá 2015 til 2020, og fimm ferðir er tað blivið til silvur og sjey ferðir til bronsu, umframt at HC Galychanka Lviv vann steypakappingina í 2016, 2017 og 2019 og fýra ferðir, frá 2016 til 2019 hevur vunnið ukrainska stórsteypadystin.

 

HC Galychanka Lviv er stovnað í 1989, men tað hevur serliga verið síðani 2014, at tað er blivið ein maktfaktorur í ukrainskum kvinnuhondbólti, umframt at liðið fleiri ferðir er komið langt í europeisku kappingunum.

 

Í løtuni er HC Galychanka Lviv klárt á odda av teimum seks liðunum í ukrainsku kappingini við 32 stigum fyri 16 dystir – sum er fult stigatal – og heili 11 stig eru niður til næstfremsta liðið!

 

Fjórðingsfinalurnar eru hesar:

1. HC Galychanka Lviv (Ukraina) – H71 (Føroyar)

2. ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland) – Costa del Sol Malaga (Spania)

3. Bekament Bukovicka Banja (Serbia) – Dunajská Streda (Slovakia)

4. Bm Elche (Spania) – Rocasa Gran Canaria (Spania)

 

– Eftir dystarskránni hjá EHF skulu fjórðingsfinalurnar spælast sunnudagin 13. februar og sunnudagin 20. februar, men vit fara at vita, um vit ikki aftur kunnu fáa báðar dystirnar til Føroya og fáa teir avgreiddar eitt vikuskiftið, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

 

Hepnast væl og H71 kemur í hálvfinaluna, verður mótstøðuliðið annað av sponsku feløgunum, Bm Elche ella Rocasa Gran Canaria, og tá skulu dystirnir spælast við fyrru hálvfinalu 26./27. mars og seinnu 2./3. apríl. Hinar hálvfinalurnar verða millum vinnararnar av dysti 2 og 3.

 

Tað merkir so eisini, at tað forrestin ikki at bera til at síggja nakað potentielt “Olsen-brak” fyrr enn í sjálvari finaluni, tí ikki fyrr enn tá er møguleiki fyri, at H71 við Inga og Rannvá Olsen kann møta íslendska ÍBV úr Vestmannaoyggjunum við Ingibjørg Olsen á liðnum…



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo