týsdagur, 18. januar 2022

10 á HM-landsliðnum eru okkara


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tað verður seinur dagur, at vikuskiftið verður gloymt, har okkara manslandslið megnaði at spæla seg víðari til “play-off”-dystir í HM-undankappingini. Av teimum 22 spælarunum í hópinum “eiga” vit teir 10!

Líka so súrt, sum tað var at tapa fyrsta dystin ímóti Luxemburg, líka so søtt var tað at koppa Italia í evstu løtu, fyri síðani at vinda burtur úr Lettlandi í síðsta dystinum! Ikki bara tað, tí soleiðis sum kappingin í høllini á Hálsi háttaði seg, vunnu menninir seg av aftasta upp á fremsta pláss!

 

Hetta var eisini fyrstu ferð, at nýggi venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, við sínum fólki skuldi royna at flyta landsliðshondbóltin enn longur fram á leið, og ikki kunnu vit siga annað, enn at tað sá gott út, nú royndin at spæla seg víðari eydnaðist til fulnar.

 

Tilsamans vóru 22 spælarar tiknir út til teir tríggjar dystirnar, men til hvønn dyst skuldu takast út 16 spælarar, so venjararnir millum dystirnar kundu skifta tveir av spælarunum út. Tilsamans sluppu tí 19 ymiskir landsliðsspælarar at royna seg um vikuskiftið – harav allir “okkara”.

 

Teir síggjast allir frá vinstru á myndini omanfyri: Leivur Mortensen (Odder, Danmark), Jónas Gunnarsson Djurhuus (Viking Stavanger, Norra), Pætur Mikkjalsson (KA, Ísland), Vilhelm Poulsen (Fram, Ísland), Helgi Hildarson Hoydal (Viking Stavanger, Norra), Hákun West av Teigum (Skanderboeg, Danmark), Pauli Mittún (H71), Elias Ellefsen á Skipagøtu (Sävehof, Svøríki), Peter Krogh (H71) og Pauli Jacobsen (H71).

 

Næsta avbjóðingin er so “play-off”-dystir úti og heima, og har eru dystardagarnir ásettir til 16./17. mars og 19./20. mars. Okkara mótstøðuland verður annaðhvørt Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia ella Ukraina, og lutakastið verður í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest, fríggjadagin 28. januar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com