fríggjadagur, 21. januar 2022

H71 talgildar faldarar í vetur


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Sum nakað nýtt er H71 í vetur farið yvir til at brúka talgildar faldarar, ið koma út til ymsar heimadystir.

Vanliga hevur talan verið um átta ella níggju prentaðar faldarar, sum so eru bornir í hvørt hús í Hoyvík, men av ymsum orsøkum heldur felagið, at tað er lættari og smidligari at leggja faldararnar á H71-heimasíðun og vangan hjá H71 á Facebook.

 

Higartil hevur talan verið um tveir faldarar, ið kunnu finnast miðskeiðis á heimasíðuni, har fýra fýrakantar vísa á “Venjingartíðir”, “Venjarar”, “Limir & foreldur” og so “Faldarar” – ið eisini síggjast HER.

 

Har ber til at síggja ter báðar faldararnar, ið higartil eru komnr út – FALDARI 1 og FALDARI 2 – og víðari frameftir í kappingarárinum fara fleiri faldarar at verða lagdir út har.

 

Samstundis vil H71 takka øllum stuðlum fyri dyggan fíggjarliga hjálp og ynskja, at øll verða glað fyri faldaran og kunnu fáa nakað gott burtur úr honum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com