mánadagur, 31. januar 2022

Pauli Mittún til Kristiansand


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

19 ára gamli H71-arin fer í summar víðari á leiðini sum hondbóltsspælari, tá ið hann eftir hetta kappingarárið flytur úr Hoyvík til Kristiansand at spæla í bestu norsku deildini.

Tað er hondbóltsheimasíðan trok.fo, ið ber hesi tíðindi í dag, at Pauli Mittún hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Kristiansand Topphåndbold. Sáttmálin kann leingjast við einum ári.

 

Eftir EM-kappingina í Bulgaria í summar, sum Føroyar vunnu, tók áhugin fyri Paula dik á seg, og eftir at hava vitjað felagið í heyst hevur hann nú tikið avgerð um at skriva undir sáttmála, so hann kann byrja yrkisleið sína í Norra.

 

– Eg eri sera spentur. Tað kennist sera hóskandi til mín. Hetta er eitt lið sum satsar, venur nógv og venur professionelt, sigur Pauli Mittún við trok.fo.

 

– Og so haldi eg eisini, at norska deildin passar nokk so væl. Tað er høgt støðið, men ikki so høgt, at lopið verður alt ov stórt, sigur hann.

 

H71 ynskir Paula hjartaliga tillukku við sáttmálanum og bestu eydnu í Kristiansand hesi næstu árini!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com