leygardagur, 5. februar 2022

Elias bestur, bestur og bestur


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Ikki kann sigast annað, enn at Elias Ellefsen á Skipagøtu í dag hevur gjørt slætt borð, tí umframt at vera kosin besti spælari í svensku steypafinaluni, sum hann vann, er hann eisini kosin ársins ítróttarnavn 2021.

Dagurin byrjaði við sigri í svensku steypafinaluni, hóast Elias og IK Sävehof í dag “bert” fekk javnleiki 27-27 í dag ímóti Lugi, men vann samanlagt, tí fyrra finalan endaði 37-30 til Elias & Co. Sostatt gjørdist tað til greiðan samanlagdan sigur, 64-57.

 

Dysturin í dag var eitt sindur løgin hjá Eliasi, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk hann í einum sera hørðum dómi reyða kortið og mátti út, men kortini hevði hann tríggjar fjórðingar av dagsins finalu verið so góður, at hann kortini var kosin besti spælari.

 

Og nú í kvøld kom so enn ein heiður til høldar hjá Eliasi, tá ið hann varð kosin ársins ítróttarnavn 2021, tá ið ÍSF skipaði fyri stórum heiðurstiltaki á Hotel Hilton í Havn. Elias var av góðum grundum ikki til staðar, men fekk at vita um heiðurin herfyri, tá hann var heima. Upptøkan hjá sjónvarpinum kann síggjast HER.

 

Vit kunnu ikki siga annað enn tillukku, tillukku og tillukku, Elias!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com