mánadagur, 7. februar 2022

Dánjali Samuelsen til minnis


Skrivað hevur: H71

Tað kom dátt við, tá ið vit í farnu viku frættu, at Dánjal Samuelsen, var farin brádliga, bara 63 ára gamal.

Dastið av hesi øldini hevði hann verið rundan um ítróttin – fyrst sum hallarvørður á Hálsi, síðani sum kommunalur leiðari fyri allar hallirnar hjá kommununi og nú hesi seinnu árini sum leiðari fyri øll ítróttaranleggini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tað er neyvan ov mikið sagt, at tey allarflestu, ið fingust við ítrótt í høvuðsstaðnum, kendu Dánjal ella kendust við hann, tí hann gekk høgt upp í sítt arbeiði og var at síggja til í gongd frá morgni til myrkurs hvønn einasta dag.

 

Dánjal røkti arbeiðið samvitskufult og við stórari virðing fyri tí ábyrgd, hann hevði á sínum herðum, og høgt gekk hann uppí, at allar tær ognir, hann hevði við at gera, vóru væl hildnar og væl viðfarnar.

 

Í starvi sínum kom sandavágsmaðurin í samband við øgiliga nógv fólk við ofta eisini sera ymiskum áhugamálum, og hóast hann ofta hevði sína hugsan um, hvussu tingini skuldu gerast, var hann fúsur at arbeiða øðrvísi, kundi onkur sannføra hann við einum betri hugskoti.

 

At hann nú týsdagin í farnu viku brádliga fór úr hesum heimi, kom dátt við, og mong fara at sakna Dánjal, nú hann ikki er meira. Størstur verður tó saknurin hjá konu, børnum og familjuni annars, og teimum veita vit okkara djúpastu samkenslu!

 

Myndin omanfyri er frá høllini á Hálsi, har starvsfelagar hansara saman við fólki úr Neistanum, Kyndli, Fleyr og H71 tóku saman hendur og skipaðu fyri ervinum, nú ein maður, vit øll hava havt so nógv við at gera, ikki er millum okkum longur.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com