sunnudagur, 29. september 2013

Tey fyrstu stigini í pottinum


StÍF-H71: 29-30


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Fyrsti dystur í ár er liðugur, og fyrst tvey stigini eru í pottinum.

Samandráttur

Eftir javna byrjan og gott spæl eydnaðist H71 at fáa eina 4-máls leiðslu við hálvleik. Hendan leiðslan varð so við og við etin upp av einum meiri tendraðum heimaliði beint eftir steðgin, og sum enntá legði seg tvey mál framum nakað út í seinna hálvleik. Seinastu løtuna mannaðu okkara menn seg tó upp, og vunnu dystin at enda við einum málið, 30-29.
 

Um dystin

Fyrsti landskappingadysturin í ár var leiktur á Skála í dag. Tað vísir seg ofta, at tað er ringt at fáa stig við sær av Skála, og tí høvdu tey flestu verið nøgd við bert at fáa javnleik. Lagið er tí óføra gott, nú tað eydnaðist at fáa bæði stigini við aftur til Hoyvíkar.

Dysturin byrjaði við jøvnum spæli, har bæði liðini fylgdust eitt gott petti inn í hálvleikin. Menn vóru konsentreraðir, og spælið var væl skipað. Hetta gjørdi, at H71 so við og við legði seg á odda, og stabiliseraði seg við at verða eini 3-4 mál frammanfyri. Hetta var eisini munurin við hálvleik.

Tað sást beinanveg í seinna hálvleiki, at menn ikki vóru heilt klárir. Tað kom eitt slag av órógv í spælið, og tað eydnaðist StÍF at koma upp á javnt fyri síðani at fara tvey mál framum, áðrenn okkara menn mannaðu seg upp, skipaðu spælið betur, og vunnu at enda við einum málið, 30-29.

Hetta er fyrsta ferðin, at júst hetta liðið spælir, so nógv kann rættast og gerast betri. Tá sást, at menn vóru eitt ár royndari, hetta gav líkasum eitt brá av meiri sjónligum sjálvsáliti, og tað er gott. Í seinna hálvleiki fingu vit ov nógvar útvísingar, og hetta kundi verið orsøkin til, at vit ikki fingu hasi tvey stigini. Eina góða løtu vóru bara fýra útileikarar á vøllinum.

StÍF hevur Føroya besta skjútta í Sveini Justinussen, men har vóru eisini aðrir spennandi leikarar at síggja. Liðið kemur helst at mynda toppin í føroyskum hondbólti í ár, og tað koma at verða fleiri, sum fara avstað aftur av Skála við ongum. So spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer.
 

Hinir dystirnir

KÍF-Team Klaksví: 34-11, Kyndil-VÍF: 30-29
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com