mánadagur, 7. februar 2022

Annika til danskt toppfelag


Eftir hálvtannað ár í íslendska felagnum, Haukar, skiftir Annika Fríðheim Petersen nú til danska toppfelagið, Nykøbing Falster Håndbold, har hon hevur fingið sáttmála til næsta summar.

Nýggja skiftið hevur gingið rættiliga skjótt fyri seg, skilst á lagnum, tí felagið í skundi hevði brúk fyri kvaliteti í málinum, nú ein málverji gevst vegna barnsburð. Í løtuni er Nykøbing Falster Håndbold nummar seks í bestu donsku deildini.

 

Annika Fríðheim Petersen hevur veruliga gjørt vart við seg í íslendskum kvinnuhondbólti, har hon ofta hevur fingið rósandi umrøðu eftir góðar dystir í málinum hjá Haukum.

 

Menningin hevur verið stór tíðina í Íslandi, og sum skilst, er ætlan hennara at halda fram í sama stíli og at menna seg enn meira, nú hon hevur fingið sáttmála í Nykøbing Falster Håndbold fram til summarið 2024.

 

Í kvøld hevur Annika verið til sína fyrstu venjing saman við nýggju liðfeløgunum, og tá ið Nykøbing Falster Håndbold mikukvøldið spælir ímóti Viborg HK, sum í løtuni er nummar fýra, verður hon við í hópinum.

 

Vit í H71 kunnu bara gleðast um, at ein av “okkara” tekur seg fram og kemur at spæla í eini enn sterkari hondbóltskapping. Ikki minst kunnu royndirnar hjá Anniku har koma at gagna kvinnulandsliðnum, har hon higartil hevur átta dystir á baki.

 

Myndin er frá tíðindafundinum í dag, tá ið tey í Nykøbing Falster Håndbold errin kundu kunngera, at tey hava fingið føroyska landsliðsmálverjan í hópin hjá sær.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com