mikudagur, 9. februar 2022

Kvinnurnar eru í steypafinaluni


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tryggi sigurin á Neistanum sunnudagin setti sín dám á seinnu hálvfinaluna, so finalusessurin hjá H71 var ongantíð av álvara hóttur, hóast Neistin vann.

Hóast Neistin var á odda við fýra málum 12 minuttir inn í seinna hálvleik í kvøld, tóktist ikki stórvegis fjáltur koma á H71-liðið, og tað vísti seg eisini, at tær bláu ikki í kvøld høvdu kvalitet til at koppa samanlagda dystinum til egnan fyrimun.

 

Við einum góðum innsatsi fekk H71 eftir fáum minuttum og trimum málum á rað gjørt dystin javnan aftur, og ta seinastu løtuna kundi tað eins væl verið H71, ið stakk av við sigrinum, sum at Neistin gjørdi tað.

 

Og tá ið liðugt var, vóru tað H71-kvinnurnar, ið fegnar kundu dansa í ringi inni á vøllinum. Skuldi tað vera ein dystur á árinum, har tær høvdu ráð til ikki at levera so væl, sum tær annars hava gjørt í allan vetur, var tað nokk í kvøld.

 

Annaðhvørt Kyndil ella Stjørnan

Eftir stóð, at 31-23 sigurin sunnudagin gjørdi allan munin og tryggjaði, at H71 triðja árið á rað stendur í steypafinaluni, sum verður ímóti annaðhvørt Kyndli ella Stjørnuni, ið høvdu eina sera javna fyrru hálvfinalu, har Kyndil í Havn vann við bara einum máli. So fæst at síggja, hvat hendir í seinnu hálvfinaluni í Klaksvík.

 

Óansæð, so er tað við einum avgreiddum finaluplássi, at okkara kvinnulið nú kann gera seg til reiðar at fara til Ukraina, har enn ein europeisk avbjóðing bíðar sunnudagin, tá ið fyrri EHF Europa Cup-dysturin ímóti HC Galychanka Lviv verður spældur.

 

Fyrra hálvfinalan: Neistin-H71 23-31 (10-16)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 10, Jana Mittún 7, Brynhild Pálsdóttir 5, Rannvá Olsen 4, Eva Barba Arge 2, Lív Bentsdóttir Zachariasen 2, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1

 

Seinna hálvfinalan: H71-Neistin 23-24 (10-12)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 7, Jana Mittún 4, Sára Jacobsen 3, Guðrið Bogadóttir á Borg 2, Rannva Olsen 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Marita Mortensen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Bár Bentsdóttir Zachariasen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com