hósdagur, 10. februar 2022

Seks av okkara á landsliðnum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Fimm H71-arar og ein av okkara útisetum teljast millum teir 16 spælararnar, ið landsliðsvenjararnir hava tikið út til EM-dystirnar ímóti Eysturríki fyrst í mars.

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Finnur Hansson, hava eitt vakið eyga við H71-kvinnunum, ið eru væl mannaðar á landsliðnum, sum eftir bara trimum døgum skal spæla tvær ferðir ímóti Eysturríki í EM-undankappingini.

 

Tær fimm frá H71, sum eru tiknar út til landsliðið, síggjast á myndini omanfyri, og frá vinstru eru tær Maria Halsdóttir Weyhe, Lív Bentsdóttir Zachariasen, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Jana Mittún og Brynhild Pálsdóttir.

 

Haraftrat er eisini Annika Fríðheim Petersen, ið júst er flutt úr íslendskum hondbólti til Nykøbing Falster Håndbold í Danmark, eisini tikin út, so seks av teimum 16 hava sínar góðu hondbóltsrøtur í Hoyvík!

 

Fyrst skal kvinnulandsliðið á heimavølli taka ímóti Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn mikukvøldið 2. mars klokkan 19, og síðani verður útidysturin spældur leygardagin 5. mars klokkan 16.30 í Maria Enzerdorf í Eysturríki.

 

Støðan í bólki 2 í EM-undankappingini er eftir tveir dystir tann, at Danmark er á odda við 4 stigum, Rumenia hevur trý, Eysturríki eitt og Føroyar enn einki stig.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com