sunnudagur, 13. februar 2022

H71-kvinnurnar koma heimaftur


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Freistin at finna eina semju um fyrru fjórðingsfinaluna millum H71 og Galychanka var úti klokkan 13, uttan at nøkur semja fekst. – Tí fer ferðalagið hjá H71 nú heimaftur til Føroya, sigur Anna Dam, H71-forkvinna.

Alt vikuskiftið hevur verið tingast og samráðst millum ovastu leiðslurnar í H71 og ukrainska Galychanka, eftir at tað gjørdist greitt, at bæði danska og føroyska uttanríkisráðið mæltu donskum ríkisborgarum frá at ferðast til Ukraina, umframt at heitt var á tey, ið longu vóru har, um at fara úr landinum.

 

Fyrra fjórðingsfinalan skuldi eftir ætlan verið spæld í Lviv í Ukraina á miðdegi í dag, føroyska tíð, men meginpartin av vikuskiftinum hevur verið greitt, at H71 kundi ikki fara inn í Ukraina at spæla, sum støðan nú var við staðiligum frámælum frá myndugleikunum.

 

Seinastu boðini frá EHF eru nú, at av tí at feløgini ikki eru komin til nakra semju, er útidysturin hjá H71 fyribils avlýstur og útsettur, og í morgin skal EHF fundast um støðuna, sum EHF harmast um, tí hon skyldast umstøður, ið einki hava við sjálvt hondbóltsspælið at gera.

 

Feløgini skuldu finna semju

– EHF gjørdi frá byrjan greitt, at tað lá á okkum og Galychanka at finna eina loysn, so dysturin kundi spælast so ella so, og har hava vit verið opin fyri øllum møguligum loysnum, ið tó ikki hava vunnið fram. Fyrst og fremst, tí vit hildu teirra fíggjarligu krøv vera fullkomiliga órímilig, sigur H71-forkvinnan.

 

– Eg vil siga, at vit hava strekt okkum sera langt, men hava ferð eftir ferð rent okkum fastan í teirra sera eystureuropeiska máta at tingast uppá, ið er sera bombastiskur og als ikki semjusøkjandi upp á nakran máta. Heldur ikki hava vit fingið samskift við tey beinleiðis, tí eingin av teimum tosar ella skilir enskt, so alt hevur verið eitt tungt samskifti á enskum.

 

Anna Dam sigur, at H71 bjóðaði seg til at skipa fyri dystinum í Polandi, og at ein høll var til taks í Warszawa seinnapartin mánadagin, har dysturin kundi spælast. Men hóast H71 enntá bjóðaði sær til at skipa fyri dystinum í Polandi, umframt at bera allan kostnaðin av tí, umframt at rinda Galychanka 20.000 krónur fyri mistar áskoðarainntøkur, var ukrainska liðið hvørki til at høgga ella stinga í.

 

Avgerð tikin um at fara heim

– Samstundis sum vit hava havt skrivligt samband við Galychanka, hava vit eisini alt vikuskiftið samskift við ítróttarstjóran í EHF, Markus Glaser, sum eisini hevur roynt at mekla millum partarnar, men uttan at fáa nakað gjøgnumbrot. Men eg haldi, at hann hevur skilt okkara støðu – serliga síðani tað var greitt, at vit ikki kundu fara um markið til Ukraina, soleiðis sum uttanríkistilmælini vóru, sigur hon.

 

– Nú verður tað so ein aganevnd hjá EHF, ið skal skera ígjøgnum í málinum. Vit vóna framvegis, at vit sleppa at spæla, tí vit vilja fegin hava alt hetta avgjørt á vøllinum, men ikki er til at siga, hvørja støðu, aganevndin fer at taka. Fyribils hava boðini frá Markus Glaser so verið, at seinna fjórðingsfinalan enn stendur á skránni at spælast í høllini á Hálsi í Havn næsta sunnukvøld, so nú fæst at vita, um tað verður einasti dysturin ella nøkur onnur loysn finst.

 

Hvussu er og ikki, so fer H71-ferðalagið nú at gera seg til reiðar til heimferðina. Upprunaliga skuldu tey fara úr Ukraina til Danmarkar, men nú skulu nýggir ferðaseðlar keypast úr Polandi til Danmarkar. Eftir ætlan er H71-ferðalagið aftur í Føroyum í morgin.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com