sunnudagur, 24. mars 2013

Nær við í Kollafirði


KÍF - H71: 21 - 20 (11 - 9)

Hetta kundi verið dysturin har vit so at siga tryggjaðu okkum lut í finaluni, men vit vóru júst ov stuttir. Eitt vælplaserað skot seinastu løtuna kundi tryggjað okkum tað eina stigið, men hetta eydnaðist ikki, og kollfirðingar fingu tvey stig afturat, í einum jøvnum dysti har heimaliðið tó hevði munin allan dystin.
 

Dystargongd

Eftir eina trilvandi byrjan við ótryggum spæli frá báðum síðum, legði KÍF betur fyri og kom sær eini fýra mál framum tá okkurt um 15 min. vóru farnir. Longu her bleiv ein frástøða, sum vit í veruleikanum ikki megnaðu at taka innaftur. Vit megnaðu at betra um støðuna soleiðis at hálvleiksstøðan var 11-9 til KÍF. Ongin katastrofa og onki avgjørt.

Í staðin fyri at  vit skutu tvey mál og javnaðu dystin , so fekk KÍF tvey mál beinanveg, og legði seg fýra mál framum. Liðini togaðust so um eitt ella tvey mál, men KÍF helt frástøðuna uppá 2-4 mál til dysturin leið ímóti endanum, tá minkaði munurin niður í bert eitt mál. Heilt spennandi gjørdist í seinasta minuttinum tí tá var um reppið at vit tóku tað eina stigið. Tað eydnaðist tó ikki at fáa seinasta stiggevandi málið, og tí vunnu kollfirðingar við einum máli 21-20.
 

H71

Spælið hjá H71 var eitt sindur umskipað í mun til vanligt, tí bæði Rógvi og Hallur ikki vóru tøkir til dystin. Í staðin spældi Rúni á miðjuni, og Hans Kári spældi so á høgra bakki, meðan Hanus so spældi á vonginum. Hendan umskipanin gav eitt sindur annarleiðis spæl enn vanligt. Bogdan hevði ikki ein av sínum bestu skotdøgum, men virkaði annars væl upplagdur, flutti seg meiri enn vanligt, og var avgjørdur í sínum spæli. Hans Kári var næstur,eftir Bogdan at skora mál, hann fekk 5 mál, og serliga tað eina var framúr væl skotið. Í verjuni gekk serstakliga væl og her er verulig vend komin í. Serliga væl gekst hjá Ára, sum stóð ein framúr dyst.
 

KÍF

Tað var ikki eitt 100 % klárt lið vit sóu í gjár. Menn vóru ikki so grammir og neyvleikin ikki sum hann plagdi. Styrkin hjá KÍF, bæði í ár og í fjør, hevur verið ein breiður hópur av leikarum, sum allir sýnast væl fyri, verja væl og díkja á í álopi, við nógvum góðum ágangandi skjúttum, og góðum neyvleika í skotunum. Hetta at hópurin er breiður ger í longdini at avrikini eru jøvn, og úrslitið sæst so aftur á stigatalvuni. Ári hevur staði væl, og tað sama kunnu vit siga um Jaspur í málinum hjá KÍF, hann lesur spælið væl, flytur seg har skotini koma, og alt sær, av somu orsøk, sera ómakaleyst út. Má eisini nevna Hans Eli og Niclas Selvig, teir skutu ávikavist 8 og 7 mál. Hetta eru 15 mál av 21. Nakað at hugsa um.
 
Um dystin sum heild: kann sigast at tað sýntist ikki sum liðini koyrdu við fullari fer. Tað er væl skilligt at KÍF ikki díkir á sum vanligt, teir eru longu í finaluni og fáa ikki annað enn enn ein sigur. Torførari er at skilja hví vit ikki vóru meiri tendraðir enn vit vóru ? Birgir Hansen, Rás-2 viðmerkjari, segði eftir dystin at tað tóktist sum at KÍF hevði “kontroll” á dystinum, og tað var nakað soleiðis at dysturin var, líka til 10 min vóru eftir at leika, tá kundi farið báðar vegir. So kontroll, er ikki meiri kontroll í hondbólti enn at tað kann blíva eitt tvíeggjað svør. Tá tað byrjar at blíva tætt, er skjótt at kontroll skiftir yvir í panikk, og tað sum fyrr fór í stong og inn, fer á stong og út, samstundis sum skottrekleikin setur inn og ger støðuna verri. Hetta sóu vit í Vestmanna og vit vóru líka við at uppliva tað sama fyri kollfirðingar í gjár.
 

Endaspurturin

Nú eru tríggir dystir eftir, Team-K úti, StÍF og VÍF heima. Allir skulu vinnast !!! Okkara ringasti fíggindi er ongin av hesum liðum, men vit sjálvir. Latið tykkum ikki snýta av, at halda at nakar dystur er lættari enn nakar annar. Vit spæla hvørja fer um eitt finalupláss, og díki tí á, samstundis sum tit halda fokus. At halda fokus merkir ikki at verða afturhaldin, men at verða avgjørdur og at tora.

Dómaraseðil



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com