leygardagur, 19. februar 2022
Klassamunur frá byrjan til enda er stutta niðurstøðan eftir steypafinaluna hjá monnum, sum H71 vann á Neistanum í stórum stíli. 28-12 segði máltalvan, tá ið liðugt var, og tað segði eisini alt!
Onglendingar rópa tað “men agains boys”, og tað var eisini tað, ið vit fingu í dagsins steypafinalu, har munurin í veruleikanum var ovurstórur. At 16 mál eru á muni, er ongantíð komið fyri, síðani farið varð undir steypafinalurnar í 1985.
Serliga í fyrra hálvleiki var verjan náðileys, og tá ið Neistin fekk sítt fyrsta mál, segði klokkan 11:52 – og annars var tað tá blivið 4-0 til H71. Og áðrenn Neistin skoraði fyri aðru ferð, var H71 á odda 9-1…
Ikki minst varð totali dominansurin undirstrikaður av, at dagsins spælari gjørdist Pauli Jacobsen í málinum. Hann legði lunnar undir sterka sigurin, og tilsamans yvir allan dystin megnaði Neistin bara 12 ferðir at finna málið!
Verjuspælið annars var sera sannførandi, har allir vóru klárir at taka eitt tak fyri hvønnannan, og tí mundi tað hjá teimum bláu ferð eftir ferð kennast, sum skuldi tú stríðast við fleiri svartar alla tíðina. Fantastiska flott avrikað!
Steypið til ognar
Hans Kári Hansen varð fyrst sendur upp at taka ímóti einum kekki upp á 10.000 krónur frá Poul Michelsen, sum er høvuðsstuðul hjá Faxe Kondi-kappingini, og eisini slapp Hans Kári at taka ímóti steypinum, ið H71 vann fyri fimtu ferð og nú eigur til ognar.
Hetta var eisini fimti steypasigurin hjá monnunum síðstu átta árini, har teir hava verið partur av finaluni seks ferðir. Tað kunnu vit bara fegnast stórliga um, og hiðani skal ljóða eitt STÓRT TILLUKKU til óføra mansliðið!
Steypafinalan, menn: Neistin-H71 12-28 (5-13)
Málskjúttar: Pætur Thomsen 8, Peter Krogh 5, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Janus Dam Djurhuus 2, Óli Mittún 2, Pauli Mittún 2, Ári Dam 1, Bogi Hansen 1, Pætur Mikkjalsson 1, Jón S. Vilhelm 1
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |