leygardagur, 19. februar 2022
Seinnapartin í dag fara 22 fólk at súkkla í ein tíma hvør fyri at útvega pengar til europeiska ævintýrið hjá H71-kvinnunum. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak í sambandið við europeisku kappingarnar hjá felagnum.
Hugskotið, at fáa nøkur fólk at súkkla og so at fáa fólk at tekna seg fyri so og so nógvum stuðli fyri hvønn súkklaðan kilometur, er ikki ókent, og eisini kenna vit til stuðulsrenning, stuðulssvimjing og onnur líknandi tiltøk. Akkurát hetta við súkklingini hevur H71 funnið sær íblástur til frá danska hondbóltsfelagnum, Skjern Håndbold, sum hevur havt slíka stuðulssúkkling í eini 12 ár.
– Tankin er, at hetta skal vera afturvendandi tiltak, ið skal stuðla europeiska hondbóltinum hjá H71, og hóast vit í ár ikki fara at hava hesa súkklingina fyrr enn til seinnu fjórðingsfinaluna hjá kvinnunum, er ætlanin at hava hetta tey komandi árini í sambandi við fyrstu dystirnar hjá kvinnum og monnum – um liðini væl at merkja megna at vinna sær rætt til europeiskan hondbólt.
Tað sigur Petur Mittún, ið saman við Petur Even Djurhuus, Hendrik Egholm, Halli Danielsen, René Dahl Olesen og Christian Nagata hevur arbeitt við hugskotinum, so tað ein form og eitt innihald, ið minnir nógv um tað, ið gjørt verður í Skjern Håndbold.
– Hugskotið gongur út uppá, at vit fáa nøkur fólk at súkkla í ein tíma, og so skulu tey fara út at finna sær stuðlar, ið vilja rinda eina upphædd fyri hvønn kilometur, tey súkkla. Vit hava fingið bæði menn og kvinnur at súkkla, og nú tað eru kvinnurnar, ið eru komnar so langt, halda vit tað vera serliga stuttligt at fáa fleiri kvinnur við hesaferð, sigur Petur.
Finna sær sínar stuðlar
– Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu fólk finna sær stuðlar, men her eru nøkur, ið fara eftir fyritøkum, onnur eftir privatpersónum, og so uppaftur onnur, ið kanska royna at finna stuðlar millum bæði fyritøkur og privatpersónar, sigur Petur og leggur aftrat, at tað sjálvandi eisini ber til hjá øllum at halda seg framat, ið fegin vilja stuðla.
Sjálvt tiltakið verður seinnapartin í dag á motiónssúkklum í Burn í miðbýnum. Súkklararnir møta í Burn klokkan 15.30, har tey gera klárt, stilla súkklurnar inn og hvat tey nú einaferð skulu gera áðrenn, og so hava tey eina súkklu í part frá klokkan 16 til 17, tá ið kilometrarnir telja.
Allir súkklararnir fáa eina spælaratroyggju við nummari og teirra egna navni, sum teir súkkla í og síðani sleppa at eiga aftaná. Tá ið liðugt er, fara tey at hugna sær eina løtu, áðrenn farið verður í Geisa, har H71 bjóðar ein góðan bita. Síðani verða súkklararnir avheintaðir í bussi klokkan 19.30 og koyrdir niðan í ítróttarhøllina á Hálsi at hyggja at, tá ið fjórðingsfinalan hjá H71-kvinnunum er.
Tað eru tó ikki bara súkklararnir, ið fáa eitt serligt upplivilsi burtur úr degnum, tí millum øll tey, sum stuðla tiltakinum “Súkkla fyri Europa Cup”, verður drigið um ein góðan vinning.
Hevur tú hug at stuðlað “Súkkla fyri Europa Cup”, kann stuðulin flytast á kontonummar 9870-427.166.2. Viðmerk navnið á tí, tú stuðlar ella “Súkkla fyri Europa Cup”.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |