hósdagur, 3. oktober 2013
Aftur í ár verður H71-faldarin borin til hvørt húski í Hoyvík.
Í fyrstu syftu er talan um eitt lýsingarblað, men vit royna eisini at bjóða lesaranum ein rímiligan lesnað. Bæði heima við hús og undan dysti.
Faldarin er tilvitað øgiliga inkluderandi og ungdómsmerktur; ikki altíð, og onkuntíð kanska vetið kantutur. Men uttan kant er trupult at veita ta dýpd, ið eisini er neyðug ella eftirsóknarverd.
Hvat var tað nú, maðurin segði, "tunt er tað soð, ið ikki er betri enn vatnið"; og fyri at alt ikki skal enda sum ein parodiserað líkasæla ger einki, at eitt sindur av substansi ella rivaliserandi argi sleppur uppí part. Til tíðir, um ikki annað. Og so ein evarska lítil eginjustits um ikki at vera so følin og smásárur. Tað er so ymiskt, hvat fólkið vil og aksepterar, men vit mugu væl royna at stýra rundanum lægsta felagsnevnaran, í øllum lívsins viðurskiftum--eisini á Apotekinum.
Men, yvirhøvur, við rúmum teksti um børn í H71 og myndir afturat, har Jan Egil Kristiansen fólkaliga fær at vita, hvar og av hvørjum hann skal taka myndir, er hetta ein breiður faldari ella dystarblað við serligum tokka til ungdómspartin. Vit gera okkara besta til tess at allir aldursbólkar, enntá lið, verða umboðað.
Í hesum faldara, faldari 1 fyri kappingarárið 2013-14, er grein eftir Elin Winther Poulsen um Katrina og Petur Dahl. Ikki so ungdómsligt, men tað ger væl onki, at børn og ung í 188 lesa um og læra av medhoyvíkingum í eldra endanum.
Av borgarum, sum í tann mun hava verið við til at mynda henda tvísporandi høvuðsstaðarforstað.
Faldarin verður eisini at lesa sum PDF á heimasíðuni. Henda útgáva kemur seinni í vikuni. Vit kunnu tó avdúka forsíðuna hesuferð, sum so verður galdandi fyri alt árið.
Forsíðurnar seinastu tvey árini hava verið líka, og fert tú eitt ár aftur aftur, tá eru hesar forsíður nokkso detaljeraðar í sínum dámi, nógvar strikur og mynstur, harumframt myrkar.
So hesuferð valdu vit eitt ljósari, fyri ikki at siga hvítari, og einfaldari retro-look.
Vit umhugsaðu at desaina forsíðuna og faldaran annars í tráð við nýggju heimasíðuna: eitt full-on svart yvirbrá, men hetta verður helst næsta ár.
Hvussu er og ikki, tá kemur myndin til sín rætt í hesari útgávu, tí kring-miljøið er so simpult á at líta.
Og, harafturat, forsíðan sker heilt frá undanfarnu forsíðum. Tó so, at okkara litir, H71-litirnir ganga aftur. Har er nakað av svørtum. Hvítt, sum sagt, dominerar fitt. Men enn sum altíð er búmerkið hjá H71 vínreytt.
Breddin í sjálvum blaðnum, ella faldaranum, er eisini við hesuferð, sum gevur eitt gott heildar-feel. Tað er har, síðutalið kemur fyri. Somu H71-litir ganga aftur inni í faldaranum.
Sum sagt, hetta er góður fíggjarstuðul til felagsins ungdómsarbeiði, og tí vilja vit gjarna takka øllum okkara stuðlum, minni sum størri, fyri enn einaferð at styðja uppundir eitt arbeiði, ið er umráðandi fyri trivnaðin Heima í Hoyvík.
Eisini ein tøkk til Føroya Prent fyri gott arbeiði og, ikki at gloyma, okkara mongu útberarar, sum umframt hesa tøkk og hissini herðaklapp fáa ein munagóðan gongutúr í lokalumráðnum burturúr.
H71
GG: Tað ber til at finna eldri faldarar á h71.fo við at trýsta á myndina av faldaranum heldur ovarlaga á síðuni og nakað út til høgru. Leit og finn við sama sinn:)
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |