mikudagur, 9. mars 2022

Óli fer eisini til IK Sävehof


Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu gerast nú liðfelagar í svenska felagnum, sum herfyri vann steypakappingina og er á odda í landskappingini.

Óli Mittún, sum enn bara er 16 ára gamal, hevur skrivað undir ein fýra ára drúgvan sáttmála við svenska felagið, sum sístu tvey árini hevur hýst einum øðrum ungum hoyvíkingi, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum eisini er systkinabarn Óla.
 
– Sävehof er eitt gott næsta stig fyri meg, tí hetta er eitt stórt felag við góðum spælarum og venjarum, har eg vóni, at eg framvegis kann mennast, sigur Óli Mittún, ið hevur sæð nógvar av dystunum hjá Sävehof, tí systkinabarnið hevur spælt har.
 
– Elias hevur mælt mær til at koma til Partille, tí Sävehof tekur sær væl av ungum spælarum, samstundis sum samanhaldið er sera gott. Eisini dámar mær væl mátan, sum venjarin, Michael Apelgren, vil hava liðið at spæla hondbólt.
 
H71 sum “talent-fabrikk”
Anna Dam, forkvinna í H71, er fegin um, at fleiri av ungu spælarunum í felagnum fáa møguleikan í góðum liðum uttanlands, og tað er ikki sørt, at hon eisini er errin av, at Óli nú er ein av fleiri H71-arum, ið útheimurin hevur fingið eyguni upp fyri.
 
– Hetta vísir bara, at vit gera nakað rætt í Hoyvík, og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um. H71 er næstan sum ein “talent-fabrikk”, tí her eru nógvir góðir spælarar, ið fáa gott í beinið og tí eisini vekja áhuga hjá útlendskum feløgum, sigur hon.
 
– Tað tykist eisini, sum hóska norskur og svenskur hondbóltur sera væl til føroyskar spælarar, ið beinanvegin falla væl til og eisini fáa sínar møguleikar har. Óivað er tað eisini ein góð leið hjá enn fleiri føroyingum at ganga, ið vilja sleppa uttanlands at royna seg.
 
Óli bara ein av fleiri
Umframt Óla Mittún, sum nú altso næsta kappingarár verður at síggja í IK Sävehof í Svøríki, fer 19 ára gamli beiggi hansara, Pauli Mittún, í summar til Kristiansand í bestu norsku deildini, og 19 ára gamli H71-málverjin, Pauli Jacobsen, fer til JS Cherbourg Manche í næstbestu fronsku deildini.
 
At Óli gjørdist ein av fleiri, sum eisini fóru út um landoddarnar at royna seg, hevur verið væntandi, og kanska er tað heldur ikki so undrunarsamt, at tað gjørdist IK Sävehof, ið fekk fyrsta uttanlandssáttmálan við hann, tí svenska felagið hevur eitt vakið eyga við føroyskum hondbólti.
 
– Enn einaferð eru vit spent, tí fyri sín aldur er Óli sera væl fyri, og han er ein búgvin og ikki minst sterkur spælari. Hann passar akkurát til tað, vit ynskja okkum av einum hondbóltsspælara, so hetta verður stuttligt, sigur ítróttarstjórin í IK Sävehof, Emil Berggren.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com