hósdagur, 24. mars 2022

Endaspurturin væl byrjaður


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Bæði menninir og kvinnurnar vunnu væl og virðiliga fyrstu hálvfinalurnar í FM-kappingini norðuri í Klaksvík, so byrjanin til endaspurtin var í øllum førum góð.

Menninir vunnu við heili trettan málum og lótu ongantíð nakran iva vera um, at teir ætlaðu sær at vinna í Badmintonhøllini í Klaksvík, har Team Klaksvík tók ímóti. Nokk so stuttligt, at Pauli Jacobsen var okkara toppskjútti fyrstu seks minuttirnar, og at báðir málmenninir hjá okkum komu at teljast millum málskjúttarnar!

 

Sum dystinum leið, økti H71 alsamt um sína tryggu leiðslu, so einki var at koma eftir hjá Team Klaksvík, hóast vertirnir royndu sítt besta. Tað var serliga rundan um korterið í seinna hálvleiki, at munurin øktist, og hóast tað vildi verið nóg mikið bara at vunnið, vísti stórsigurin sjálvsálit, sum altíð er gott at eiga í sínum parti.

 

1. hálvfinala – menn:

Team Klaksvík-H71 20-33 (10-16)

Málskjúttar: Óli Mittún 8, Pætur Thomsen 8, Janus Dam Djurhuus 4, Pauli Mittún 4, Bogi Hansen 2, Ári Egason Dam 1, Poul Símun í Garði 1, Pauli Jacobsen 1, Peter Krogh 1, Pætur Mikkjalsson 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1, Rókur Ziskason 1

 

Óivað mundu tey flestu vænta ein heilt øðrvísi dyst hjá kvinnunum aftaná, tá ið Stjørnan í KÍ-høllini tók ímóti H71, tí munurin í teimum trimum undanfarnu landskappingardystunum hevur verið so lítil, men tað skuldi í veruleikanum vísa seg, at hetta gjørdist tann higartil minst javni dysturin millum liðini.

 

At byrja við fylgdust tey, men so fór H71 tvey og trý mál framum, og hóast Stjørnan seinna part av fyrra hálvleiki hevði hug til at steðga H71 eina løtu, avgjørdu seinastu fáu minuttirnir undan steðginum í veruleikanum dystin, tá ið okkara fóru frá 13-15 upp til í 13-18.

 

Hesa leiðsluna hevði H71 ongar trupulleikar við at halda í seinna hálvleiki, so tí fekst eisini í hesum dystinum eitt gott útgangsstøði undan dystunum sunnudagin. Tá verður spælt í Hoyvíkshøllini, og tað verður tað eisini í næstu viku, um neyðugt verður við nakrari triðju finalu millum liðini.

 

1. hálvfinala – kvinnur:

Stjørnan-H71 26-32 (13-18)

Málskjúttar: Jana Mittún 9, Rannvá Olsen 9, Maria Halsdóttir Weyhe 6, Elsa Egholm 4, Guðrið Bogadóttir á Borg 2, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com