mánadagur, 7. oktober 2013
Sigrun Danielsen skrivar her um lyskuskaðar, um viðgerð og um fyribyrging.
Sigrun Danielsen sum eigur og rekur viðgerðarstovuna Effekt hevur drúgvar royndir við viðgerð av ítróttarskaðum og hevur mangan hjálpt H71 leikarum væl.
Sigrun hevur verið so beinasom, eftir áheitan, at skriva skriva eitt sindur um lyskuskaðar og at vísa á nakrar góðar venjingar, tit sjálvi kunnu gera heima og til venjing.
Effekt Fysioterapi, Poul Juelsgøta 9, 100 Tórshavn tel 320201 sí eisini www.effekt.fo.
Sigrun skrivar:
Ein lyskuskaði merkir, at ein hevur forstrekt, forsprongt ella slitið onkran av vøddunum, sum føra beinið inneftir ella boyggja beinið í mjødnini.
Ein kann eisini hava ovtikið vøddarnar, soleiðis at inflammatión, sum er eitt ”betendilsi” uttan bakteriur, íkemur. So lyskuskaðar kunnu vera akuttir, ella teir kunnu koma spakuliga av ov harðari venjing (í mun til vøddastyrki í lyskuni hjá íðkara) sum viðførir, at tað henda smáar spreingingar í vøddum og spengrum, sum viðføra inflammatión.
Til tess at sleppa undan slíkum yvirbelastningsskaðum, er sera umráðandi at vera varugur við, at framferðin í venjingartilgongdini er nóg lagalig og skilagóð.
Eisini er umráðandi at hita nóg væl upp, tá hugsað verður um at sleppa undan lyskuskaðum.
Lyskuskaðar verða ofta deildir í 3 stig:
1. stig: Ein kennir ikki so sterka pínu og er ikki so merktur av skaðanum. Kann renna moderat.
2. stig: Hevur meiri pínu og fær illa íðkað nakað.
3. stig: Íðkari er nógv merktur av pínu og fær stórt sæð einki gjørt.
Hvat ger ein tá ein fær lyskuskaða?
Sera umráðandi er at binda frið, tá ein fær lyskuskaða. Harvið fyribyrgir ein, at skaðin versnar ella gerst kroniskur og sera torførur at viðgerða.
Ein kann verða snýttur av, at árinini eru fá og mild at byrja við, og kanska hvørva tey aftaná upphiting. Pínan kemur aftur eftir venjing og er oftast verri tá.
Ein má ikki íðka aftur, fyrr enn hetta kann gerðast uttan pínu. Inntil tá skal restin av kroppinum venjast, og ein kann venja konditíon, t.d. á súkklu og annars venjing við vektum.
Tað kan vera gott at koyra hita á staðið og nýta termobind. Tá skaðin uppstendur, skal ein tó koyra ís á.
Ein kann tosa við lækna um inflammatiónsniðursetandi heilivág.
Tá pínan er horvin, er umráðandi at uppvenja vøddan væl, áðrenn vant verður aftur. Til at byrja við skal ein bara spenna vøddan og halda í nøkur sekund. Seinni kemur meiri belastningur og rørsla við í uppvenjingina. Ein kann eisini nýta bólt (klemma beinini saman um bóltin) og/ella elastikk.
Áðrenn uppvenjing má hitast væl upp. Aftaná er gott at spenna út. Varisliga og bara til pínumarkið. Verður gjørt ov nógv av, kann skaðin versna.
Uppskot til venjingar:
http://www.coreperformance.com/knowledge/movements/groin-stretch-quadruped-golf.html
http://www.coreperformance.com/knowledge/movements/lateral-squat-low.html
http://www.coreperformance.com/knowledge/movements/lateral-lunge-moving.html
http://www.coreperformance.com/knowledge/movements/reverse-crunch-stability-ball-adduction.html
http://www.coreperformance.com/knowledge/movements/90-90-stretch.html
http://www.coreperformance.com/knowledge/movements/knee-fallouts.html
vh
Sigrun Danielsen
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |