sunnudagur, 27. mars 2022
Hóast tað stóð eitt sindur á ta nógva av seinna hálvleiki, eydnaðist kvinnunum at spæla seg í FM-finalurnar við enn einum sigri á Stjørnuni, so ikki varð neyðugt við meira enn tveimum hálvfinaludystum.
Hetta er fyrstu ferð, okkara kvinnur røkka FM-finalunum, hóast tær í fjør vóru øgiliga nær við, men snávaðu tepurt ímóti StÍF, ið seinni fór allan vegin og vann føroyameistaraheitið. Men í dag skrivaðu okkara so søgu, tá ið tað eydnaðist at koma í sjálva finaluna!
Dysturin líktist í fyrra hálvleiki ikki sørt dystinum í Klaksvík mikukvøldið, har ikki tann stóri munurin var á, men H71 tó drúgvari og gjarna eini tvey mál frammanfyri. Og sum tá, tók H71 eitt ordans tak fram ímóti hálvleiki og økti munin upp í seks mál, 16-10.
Stjørnan “át” leiðsluna upp
Fyrstu tríggjar minuttirnar eftir steðgin vórðu tvey mál løgd omaná, men so kom kinkur í, og stig fyri stig át Stjørnan leiðsluna hjá H71 upp, so tað brádliga var bara eittans mál á muni, 22-21, tá eitt lítið korter var eftir. Nú stóð á gomlum nøglum, og tað tók altso nakrar minuttir at fáa luft í aftur.
Her var tað serliga Jana, ið traðkaði til, og við fýra av sínum tilsamans tíggju málum í dag, gekk hon undan í “bjargingarroyndini”, nú Stjørnan hevði skakað okkara annars stinna kollektiv í meira lagi. Tað helt á mál, og serliga teir báðir síðstu minuttirnir vóru nervapirrandi, til Vár hálvan minutt fyri tíð skoraði til 28-25, tí tá var sloppið.
Nú verður so møguleiki at fyrireika seg og bøta um lýtini, áðrenn kvinnurnar í FM-finalunum skulu spæla ímóti Neistanum, sum – eisini yvir tvær hálvfinalur – vann samanlagt á Kyndli. Neistin gjørdi bart í dag og vann 27-21, eftir at sigurin mikukvøldið var eitt sindur teprari, 24-23.
Seinna FM-hálvfinala, kvinnur:
H71-Stjørnan 28-26 (16-10)
Málskjúttar: Jana Mittún 10, Maria Halsdóttir Weyhe 5, Vár Bentsdóttir Zachariasen 4, Rannvá Olsen 3, Lív Bentsdóttir Zachariasen 2, Eva Barba Arge 1, Bjørk Brimnes 1, Marita Mortensen 1, Brynhild Pálsdóttir 1
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |