sunnudagur, 27. mars 2022

Menninir spønaðu klaksvíkingar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tað var ikki við mýkindum, sum H71 fór við gestunum úr Klaksvík í dag, tí tá ið avtornaði vóru heili 23 mál á muni – og longu eftir fyrstu 10-15 minuttirnar mundi vera nøkulunda vist, at okkara menn komu í finaluna!

Mikukvøldið varð tosað um, hvussu stórur munur var á liðunum, tá ið menninir hjá H71 smurdu Team Klaksvík av og vunnið við trettan málum, 33-20. Men munur var einki minkaður í dag, tá ið liðini møttust aftur í Hoyvíkshøllini í seinnu FM-hálvfinaluni.

 

Hesaferð vann H71 heili 37-15, sum heldur ikki var eitt mál ov nógv, tí munurin á liðunum var líka so stórur, sum máltalvan víst. Tá fyrsta korterið var farið, var 13-2 til H71, og dysturin sá næstan út sum eitt kopi av steypafinaluni ímóti Neistanum fyri einum góðum mánaði síðani…

 

Ringt er at seta orð á ein dyst, sum er so ójavnur frá byrjan til enda, so tølini mugu bara sleppa at siga sítt! Vit kundu tó staðfesta, at breiddini hjá H71 bilar einki, tí hon knógvaði lættliga klaksvíkingum, óansæð um tað var við ella uttan útlendska styrkin á liðnum…

 

Ikki er greitt, hvørjum okkara menn skulu møta í FM-finaluni, men tað verður annaðhvørt KÍF ella VÍF, sum higartil hava vunnið hvør sína hálvfinalu og tí skulu spæla ta triðju og avgerandi í Kollafirði hóskvøldið.

 

Seinna FM-hálvfinala, menn:

H71-Team Klaksvík 37-15 (21-9)

Málskjúttar: Óli Mittún 7, Janus Dam Djurhuus 5, Bogi Hansen 5, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Pætur Mikkjalsson 3, Sveinur Olafsson 3, Sakir T. Frýdal 2, Poul Símun í Garði 2, Pauli Mittún 2, Hans Kári Hansen 1, Peter Krogh 1, Pætur Thomsen 1, John Skaalum Vilhelm 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com