7. oktober 2013

Hvat sker?


Skrivað hevur: Agga Niclasen

AA-deildin. Í ovurmorgin spælir H71 sín fyrsta heimadyst í kappingarárinum.

Tað í sjálvum sær er nóg spennandi; altíð hugaligt at byrja uppá okkurt, at royna og vitna eitthvørt nýtt og frískt.

Tað góða við kappingarbyrjan er jú, at øll eru líka. Øll null stig, og tí vónirnar hjá øllum intaktar, hvussu ójarðbundnar tær enn máttu verið. Øll hava eina vón og eitt mál, og soleiðis skal tað eisini vera.

At H71 so spældi ein góðan og, við onkrum undantaki, rutinerðan dyst næstseinasta sunnudag, rættiliga góðan enntá, og hetta ímóti einum so mikið góðum StÍF-liði, at tað verður mett at hava góðan møguleika at gerast føroyameistarar, gerst avrikið bara hvaðna betri og tað meiri spennandi mikukvøldið. Og so á Skála, har nógv lið fara at koyra stigleys heim.

At vit so harafturat skulu spæla ímóti einum Neista-liði, sum á pappírinum er eins ræðsluvekjandí og at spasera sær ein túr ein síðsummardag millum húsini í Gortrugøtu og Bertugøtu, og kanska ein avvikara til Olgarsgøtu, men í realitetinum eins effektivt og gróðurreins í túninum, ger ikki upplvilsið, og spenningin!, minni.

Tí, eitt er úrslitini frá í fjør, har vit høvdu stórar trupulleikar at basa einum óroyndum Neista-liði, men teir bláu úr Havn blíva bara við. Teir halda á, har teir sleptu í fjør.
Nú eri eg, enn sum altíð, ongin livilsisprátandi serfrøðingur, men í mun til hondbóltsligu serfrøðina í Føroyum, tá síggi eg faktiskt nokkso nógvar dystir í AA. Og, more to the point, eg sá handa dystin í gjár, har Neistin heilt uppiborið vann og vant úr grønu framtíðini. Tað manglaði bara.

Og hetta var eitt yvirraskilsi. Tað var tað altso, tí enn er tað heldur løgið, serliga sum gamal-grønur, at síggja Neistan (ja, Neistan!), vinna á Kyndli. Tað eigur, sambært øllum tátíðarrelevansi, ikki at bera til. Tað segði mann so fyrr í tíðini, og tað passaði eisini.
Nettupp tí hetta ikki eigur at bera til, ikki kann ella má henda, hendi tað ikki. Mennirnir hjá Kyndli taptu ikki ímóti monnunum hjá Neistanum. Illusjónin um teir var jú ein sovorðin rundkreds-sitandi riðil av hannverum, hvør meiri avhengigur av óviðgjørdari sýrusaft enn sín bindandi næsti, ið akkurát skuldi fylla á aftur við urtate.

Ókey, andliga styrkin er ikki at kenna aftur frá undanfarnu tíðum, men har eru leikarir, ið eru væl fyri tekniskt. Og royndir. Afturat tí eru nøkur útlendsk innkeyp, og tá røkkur ætlanin fyri árið longur enn bara at vera við. Og tá "eigur" tú at vinna á einum Neista-liði, har bert Jugoslav Djumic hevur AA-royndir verdar at umtala.

Neistin vann 27-26. Teir vóru á odda bæði 10-2 og 21-13. Skilabesti maður á vøllinum var annars Jugo, sum er temposetari, men samtíðis ímyndin av hasum seiga spælinum, Neistin vísti í fjør; og, eftir øllum døma, halda á við.

Team Klaksvík mannaði seg annars upp á heimavølli í mun til stórtapið í Kollafirði við at tapa 24- 30 á StÍF. Teir skulu nok koma fyri seg eisini.

Tú hevur tí eina kapping rættiliga lík henni, vit ætlandi koma at síggja í Premier League: ein kappingarfør kapping, har øll lið kunnu og fara at vinna á øllum. At hóast lið a vinnur á lið b, b á c, so kann c saktans vinna á lið a. Tá er tað, vit spyrja: "Hvat sker?"

So H71 hevur apsalutt null grund at undirmeta Neistan mikukvøldið, tá ið liðini tørna saman. Vinnandi liðið kann tá knappliga vísa á eina stak góða byrjan uppá landskappingina.
Nei, eingin grund at óttast--so góðir vóru teir blá-knáu heldur ikki, men tað krevur nógv renniarbeiði og miðvísi, serliga í avslutningunum. Tað er av hesum, at kollfirðingar hava verið so góðir seinastu tvey árini: teir eru minni dovnir enn hini liðini; teir síggja til at enda síni álop fyri at hindra mótálopum; hetta, samstundis sum teir sjálvir revsa mótstøðuliðið fyri feilir... sosum ikki at enda síni álop. (Og so tað, at teir sleppa at spæla eitt, fyri mótstøðuleikaran, karrieruendandi spæl.)

Hoyvíkshøllin er vorðin ein háborg. Vit hava ikki tapt í meiri enn eitt ár nú, og áðrenn tað tapið gekk aftur eitt ár. So vit eru væl fyri heima, men lat hetta ikki vera nakar koddi.
Vit, viðhaldsfjøldin, tann klóki massin, eru við tykkum tað sama um tit eru 4 mál aftanfyri ella frammanfyri. Men tað er so væl stuttligari at stuðla ágrýtnum fólki. Og tað er einki øðrvísi við hondbóltsleikarum.
Tí einki verri er enn at síggja óstríðsviljugar miserablistar; og tá ið tað gongur ímóti leiðreglunum hjá Amnesty at hála beinagrindina útúr einum ávísum kropsopilsi, tá er bara eittans at gera: fara heim og hála dýnuna uppum kollin.

Vit rokna við stúvstappaðari høll mikukvøldið. Ein sigur skal fáast til hølvdar. Men tað verður trupult. Sera strupult. Men tað ber til. Og við tykkum ber tað so sanniliga til.

Koyr á H71!!!!!!!!!!!!!!

GG: Tíverri meiddi Andras Joensen seg so mikið í armin eftir ein stoyt og óheppið fall, at sjúkrabilur mátti eftir honum. Tíbetur var nógv gott fólk at heita á í høllini, og H71 ynskir Andrasi kvikan bata.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo