leygardagur, 2. apríl 2022

Kvinnurnar tóku fyrsta stikkið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Eftir ein framúr fyrra hálvleik hjá H71, slapp Neistin avstað við ov nógvum í seinna hálvleiki, so tað einar tvær ferðir gjørdist í so spennandi.

Tíbetur fekk dysturin kortini rætta vinnaran, tí hetta var ein av teimum sigrunum, H71-kvinnurnar veruliga høvdu uppiborið. Í verjuni høvdu tær gott tak á Neistanum, og í álopinum fekst tað burturúr, sum skuldi koma burturúr.

 

Fyrri hálvleikur var merktur av einum tryggum og disiplineraðum innsatsi, ið var merktur av sera fáum villum, men hinvegin góðum hugflogi og góðum spæli. Ikki minst var stuttligt at síggja, hvussu væl vengurnir fingu burturúr.

 

Mundi farið fyri skjeytið

H71 var á odda við fimm málum, tá ið komið var til hálvleiks, men hóast tað sá út sum ein trygg leiðsla, mundi hon farið fyri skjeytið einar tvær ferðir eftir steðgin, tá ið Neistin fekk minkað munin niður í tvey mál.

 

Tíbetur eydnaðist at fáa alt upp á rættkjøl aftur hvørja ferð, so beinleiðis vandi ikki stóðst av. Og við góða spælinum, H71 vísti í kvøld, eru vónirnar avgjørt góðar undan aðru finaluni, sum verður í høllini á Hálsi týskvøldið.

 

At H71 fekk seks útvísingar og Neistin bara tríggjar, sigur einki um hart spæl, men meira um ivasama leiðslu…

 

1. FM-finala, kvinnur:

H71-Neistin 29-24 (16-11)

Málskjúttar: Jana Mittún 10, Rannvá Olsen 6, Guðrið Bogadóttir á Borg 4, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Brynhild Pálsdóttir 2, Marita Mortensen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com