týsdagur, 5. apríl 2022

Kunnu avgera alt leygarkvøldið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Við einum sannførandi sigri í kvøld hava H71-kvinnurnar nú møguleikan at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti longu leygarkvøldið.

FM-finalurnar verða spældar soleiðis, at tað ræður um at vera best í fimm dystum, sum so aftur merkir, at tað liðið, ið fyrst hevur vunnið tríggjar dystir, er meistari.

 

H71-kvinnurnar hava nú vunnið tveir, og innsatsurin verður bara meira sannførandi fyri hvønn dyst, og í kvøld var Neistin ikki í nánd av at hótta okkara kvinnur. Í veruleikanum var H71 ein klassa betri!

 

Neistin var onga løtu í dystinum frammanfyri, og einastu ferð tað stóð á jøvnum, var við 1-1. Enn einaferð vísti H71 sera disiplinerað spæl og risti ikki á hondunum, nú tað var so umráðandi at tryggja sær sjálvum besta útgangsstøði undan triðja dystinum.

 

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, verður tikið til, men við so stórari yvirvág, sum vit sóu í kvøld, hevur H71 í øllum førum møguleikan at avgera kappingina við egnum mátti og egnari megi longu leygarkvøldið.

 

Tá møtast H71 og Neistin í triðja dystinum, sum verður í Hoyvíkshøllini klokkan 17, og kann hetta eisini gerast tann seinasti hjá kvinnunum hetta kappingarárið…

 

2. FM-finala, kvinnur:

Neistin-H71 19-26 (8-15)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 7, Rannvá Olsen 6, Marita Mortensen 5, Guðrið Bogadóttir á Borg 3, Jana Mittún 3, Bjørk Brimnes 1, Elsa Egholm 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com