mikudagur, 6. apríl 2022

So er bara tað seinasta eftir…


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Kanska ikki óvæntað, men tó ein veruleiki: Menninir hjá H71 kunnu við sínum triðja sigri av trimum møguligum ímóti KÍF tryggja sær føroyameistaraheitið longu leygarkvøldið.

Hetta gjørdist greitt, tá ið H71 aftur – væl borið fram av góðum stuðlum og fjepparum – í aðru FM-finaluni vann ein tryggan og sera sannførandi sigur á kollfirðingum, ið tó royndu at gera sítt til, at tað ikki skuldi gerast alt ov lætt.

 

Sum í dystinum sunnudagin byrjaði tað rímiliga javnt, men H71 var tó liðið, ið hevði hug at renna undan, og beinanvegin var ein lítil leiðsla har. H71 slapp ikki ordiliga avstað beinanvegin, men tó lá í luftini, hvønn veg tað skuldi bera.

 

Pauli stóri munurin

Síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki eydnaðist so H71 at leggja sjógv millum seg og KÍF, og enn einaferð var Pauli í málinum helst stóri munurin á liðunum, tá ið hann mestsum hevði hug at stongja málið í løtum.

 

Hálvleiksleiðslan upp á átta mál helt sær so at siga allan seinna hálvleik, og ta einu løtuni lúrdi enn ein tíggjumálssigur, men ímóti endanum fekk KÍF pyntað eitt sindur um úrslitið.

 

Hvussu er og ikki, so er stórur møguleiki fyri, alt verður avgjørt leygarkvøldið, tá liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini. Vit fegnast bara um at hava eitt gott lið, sum í øllum førum hevur uppiborið at fara allan vegin – og helst eisini ger tað!

 

2. FM-finala, menn:

KÍF-H71 25-32 (8-16)

Málskjúttar: Pætur Thomsen 8, Pauli Mittún 5, Janus Dam Djurhuus 4, Peter Krogh 4, Óli Mittún 4, Pætur Mikkjalsson 3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Poul Símun í Garði 1, Sveinur Olafsson 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com