leygardagur, 9. apríl 2022

Kvinnurnar eru føroyameistarar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Longu fimta árið í bestu kvinnudeildini hava H71-kvinnurnar skrivað søgu og vunnið felagnum fyrsta føroyameistaraheitið hjá kvinnum.

Tá ið triðja FM-finalan ímóti Neistanum var av í dag, lýsti gleðin og frøin av H71-kvinnunum, sum eftir ein harðan, strævnan og serstakliga virknan vetur eru bestar av øllum – føroyameistarar!

 

Tær hava skrivað søgu við stíli, tí longu tá ið sjálv landskappingin endaði, vóru tær nógv fremstar og vunnu deildarmeistaraheitið í SMS-kappingini, eins og tær gjørdu í fjør. Men munurin er, at nú komu tær í FM-finalurnar og gjørdu slætt borð har.

 

Í øllum trimum FM-finalunum ímóti Neistanum hevur H71 verið greitt omaná, og munurin er bara blivin størri frá dysti til dyst, og tá ið seks mál vóru á muni longu í hálvleikinum, sást týðiliga, hvønn veg tað bar.

 

Eitt fantastiskt avrik

Tá ið avtornaði, vann H71 triðju finaluna við níggju málum, 27-18, og kundu okkara kvinnur tí ernar og spentar fara upp at taka ímóti fyrst gullheiðursmerkjunum og síðani bæði einum platti sum deildarmeistari og stóra FM-steypinum.

 

Eitt fantastiskt avrik, ið felagið sjálvandi fegnast stórliga um, tí umframt at vinna føroyameistaraheitið og spæla seg í steypafinaluna, hava kvinnurnar eisini skrivað føroyska hondbóltssøgu við ikki færri enn sjey EHF Europa Cup-dystum í vetur!

 

Eitt fantastiskt avrik, ið fekk ein júst so fantastiskan enda, sum kvinnurnar høvdu uppiborið, og meðan vit fegnast við teimum, skulu tær eisini upp á skrift fáa heilsanina: Hjartaliga tillukku við FM!

 

3. FM-finala, kvinnur:

H71-Neistin 27-18 (14-8)

Málskjúttar: Jana Mittún 7, Maria Halsdóttir Weyhe 5, Rannvá Olsen 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Guðrið Bogadóttir á Borg 2, Elsa Egholm 2, Sára Jacobsen 2, Marita Mortensen 2, Bjørk Brimnes 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com