leygardagur, 9. apríl 2022

Menninir meistarar á sætta sinni


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Hóast KÍF hevði hug til at arga, eydnaðist ikki at steðga FM-rúsinum í Hoyvík, sum rakk hæddina enn einaferð, nú eisini menninir gjørdust føroyameistarar.

Eftir loknan dyst var veruleikin tann, at H71 fyri sættu ferð endaði ovast av øllum, tá ið FM-finalurnar vóru fingnar frá hondini, og harnæst er hetta fyri aðru ferð, at H71 hevur vunnið greipuna. Jú, so eitt væl og virðiliga góðkent kappingarár!

 

Ongar ábendingar vóru heldur undan dagsins dysti um annað, enn at H71 fór at gera arbeiðið liðugt, vinna og strúka avstað við føroyameistaraheitinum, men so lætt skuldi tað tó ikki verða, nú tey flestu bara bíðaðu eftir, at málið skuldi avgreiðast.

 

Kollfirðingar spældu veruliga fyri sínum møguleika og hildu H71 á pínubonkinum leingi í fyrra hálvleiki, so tað stóð á jøvnum 8-8, tá ið hann var komin í helvt. Og hóast H71 fyri tað mesta helt seg trý og fýra mál frammanfyri, vildi KÍF ikki sleppa, og hekk í sum longst.

 

Ári og Hans Kári tóku ímóti

Tað gjørdist tó ikki nøkur hóttan ímóti tí sannroynd, at H71 hevði munin og eisini at enda megnaði at vinna við fimm málum, so tann væntaði setningurin kundi verða avgreiddur, sum ætlanin hevði verið og sum eisini var væntandi.

 

Tá ið so sigursfegnu H71-menninir – eins og kvinnurnar fyrr í kvøld – skuldu taka ímóti bæði platti og steypi, var eingin ivi um, at bestu umboðini at taka ímóti vóru Ári, ið nú takkar fyri seg, og Hans Kári, ið sum tann einasti hevur verið við til at vunnið øll seks meistaraheitini. Soleiðis!

 

Summi hava havt á orði, at H71-liðið í vetur helst hevur verið tað besta í føroyskum manshondbólti nakrantíð, og tað kunnu vit eisini siga, at liðið hevur staðfest við eini tryggari greipu hetta kappingarárið, so eisini teir skulu fáa eina væl uppiborna heilsan: Hjartaliga tillukku við FM!

 

3. FM-finala, menn:

H71-KÍF 29-24 (16-13)

Málskjúttar: Pætur Thomsen 7, Peter Krogh 5, Janus Dam Djurhuus 4, Óli Mittún 3, Pauli Mittún 3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 3, Djóni Gaard Joensen 2, Pætur Mikkjalsson 2



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com