sunnudagur, 10. apríl 2022

H71 við í eksklusivum FM-bólki


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tá ið tað í gjár gjørdist greitt, at H71 vann føroyameistaraheitið hjá bæði kvinnum og monnum, merkti tað samstundis, at H71 er í einum bólki fyri seg – saman við trimum øðrum feløgum.

Tað er nevniliga ikki hent meira enn tíggju ferðir fyrr, at eitt og sama felag hevur átt føroyameistaraliðið hjá bæði kvinnum og monnum, og undan H71 eru tað bara VÍF, Neistin og Kyndil, ið hava megnað tað.

 

VÍF var fyrsta felag í 1951, ið vann FM hjá bæði kvinnum og monnum, men bara tvey ár seinni, í 1953, gjørdi Neistin vestmenningum kynstrið eftir, og í 1964 slapp Kyndil eisini upp í part.

 

VÍF og Neistin hava enntá megnað hetta heilar fýra ferðir í part, og í gjár var hetta so fyrstu ferð, at H71 megnaði tað – og forrestin eisini fyrstu ferð, at tað yvirhøvur var møguligt, tí FM-gullið hjá kvinnunum hesaferð var tað fyrsta.

 

Yvirlitið yvir tvífaldar føroyameistarar sær soleiðis út:

VÍF: 1951, 1968, 2001, 2002

Neistin: 1953, 1955, 1978, 2011

Kyndil: 1964, 1981

H71: 2022

 

Og meðan vit eru við tað eksklusiva, so kunnu vit tað sama nevna, at hesin stóri FM-dagurin ikki minst var nakað serligt hjá Mittún-húskinum, ið neyvan gloymir hann í bræði, tí har eru ikki færri enn fýra nýklaktir føroyameistarar at finna.

 

Fyrst vann Jana gull við kvinnunum, og síðani brøðurnir, Óli og Pauli, við monnunum, har pápin, Petur, eisini varð gullvinnari sum venjari. Harumframt varð eisini systkinabarn tey yngru, Rói Ellefsen á Skipagøtu, føroyameistari. Hjartaliga tillukku við tí, øll somul!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com