mánadagur, 25. apríl 2022

Janus úr H71 til íslendska ÍBV


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Enn ein H71-ari leitar sær nú av landinum at spæla hondbólt, tí komandi kappingarár verður 19 ára gamli Janus Dam Djurhuus partur av ÍBV í Vestmannaoyggjunum.

Íslendska felagið rósar Janusi og sigur hann hava havt ein lyklaleiklut í viðgongdini hjá barndómsfelagnum, H71, sum hevur vunnið greipuna í ár.

 

– Janus er ein tekniskt góður lámur spælari, sum er partur av frálíka 2002-árganginum hjá H71 og føroyska U20-landsliðnum, sum í summar skal spæla EM-endaspæl í Porto í Portugal, skrivar ÍBV á síni heimasíðu.

 

Har sigur Janus seg eisini vera spentan at sleppa í gongd í ÍBV, og hann taldist millum áskoðararnar, nú eyjamenn um vikuskiftið vunnu á Stjörnuni og tryggjaðu sær pláss í hálvfinulunum um meistaraheitið.

 

Janus Dam Djurhuus heldur, at ÍBV er eitt gott stig á leiðini og kann hjálpa honum at mennast sum hondbóltsspælari.

 

Vit í H71 ynskja Janusi alt tað besta á yrkisleiðini í íslendskum topphondbólti!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com