mikudagur, 27. apríl 2022

Pætur fer til svenskan hondbólt


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Í morgun verður kunngjørt, at Pætur Mikkjalsson komandi kappingarár skal spæla í næstbestu svensku mansdeildini í hondbólti, Allsvenskan, og hevur gjørt sáttmála við toppfelagið Amo Handboll.

Pætur er sostatt tann fimti spælarin úr hópinum hjá H71 í vetur, sum fer av landinum at spæla, tá ið kappingarnar byrja aftur í summar, og hann er fjórði H71-arin á manslandsliðnum, ið nú tekur við nýggjum avbjóðingum uttanlands.

 

24 ára gamli strikuspælarin fer til svenska felagið Amo Handboll, sum er heimahoyrandi í suðursvensku bygdini Alstermo, ið telur 900 íbúgvar. Amo Handboll spratt í 2016 úr lokala felagnum, Alstermo IF, við tí fyri eyga at menna elituhondbólt.

 

Fimti landsliðsspælarin

Síðsta kappingarár gekk framúr væl, tí Amo Handboll fekk 40 stig og vantaði bara eittans stigið í at vinna sær beinleiðis uppflyting í bestu svensku deildina, Elituseriuna. Tíverri bar ikki á mál, og Amo tapti allar uppflytingardystirnar, men nú ætla tey sær, at komandi kappingarárið skal enda øðrvísi.

 

– Í Pæturi síggja vit ein spælara við royndum og hugburði, sum kann vera við til at betra dygdina á liðnum í bæði verju og álopi, sigur Amo Handboll í morgun í tíðindaskrivi, har boðað verður frá, at onkur tíðindi um hópin verða at frættað aftrat komandi tíðina.

 

At tey í Amo Handboll ikki ætla sær einki, sæst aftur í hópinum, har Pætur verður fimti landsliðsspælarin. Hinir eru Minik Dahl Hoegh úr Grønland, Gusten Montonen úr Finnlandi, Maximilian Binderis úr USA og Evon Mohlin, sum hevur verið úttikin til venjingarlegur hjá hollendska landsliðnum.

 

Seldi” seg væl ímóti Týsklandi

Felagið setti seg í samband við Pætur undan “play-off” dystinum á heimavølli ímóti Týsklandi páskaaftan, men so títt og knapt tann dysturin var av, hevði felagið eitt tilboð um sáttmála til hansara. Ei undur í, tí Pætur taldist millum teir allarbestu á føroyska liðnum og spældi sera sannførandi í bæði verju og álopi.

 

Pætur er uppvaksin í H71, men hevur eisini spælt við Neistanum, danska SUS Nykøbing og seinast við íslendska KA á Akureyri, har hann spældi saman við Áka Egilsnes, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell. Í ár er hann tó komin heimaftur til H71, men ætlaði ikki at steðga leingi.

 

Og so kunnu vit forrestin leggja aftrat, at Pætur var við U21-landsliðnum til HM-endaspælið í Algir í 2017, har hann gjørdist fyrsti føroyski landsliðsspælari nakrantíð, ið skoraði mál í einum HM-endaspæli!

 

H71 ynskir Pæturi allarbestu eydnu í Amo Handball!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com