28. apríl 2022

Býráðið heiðraði meistararnar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Týsdagin skipaði Tórshavnar býráð fyri móttøku fyri føroyameistaraliðunum hjá H71, har tað var Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, ið tók ímóti.

Síðani kvinnurnar og menninir fyri skjótt trimum vikum síðani vunnu føroyameistaraheitini í Hoyvíkshøllini, hava nógvir av spælarunum verið upptiknir á ávikavist kvinnu- og manslandsliðnum, so ikki fyrr enn nú lá fyri at hava móttøkuna.

 

– Tað er ikki so ofta, at sama felag eigur meistaraliðini hjá bæði kvinnum og monnum, men tað gera tit nú. Hetta hevur í veruleikanum verið væntandi hesi seinastu árini, og tá ið bæði liðini í fjør annað árið á rað vunnu steypakappingina, var tað bara ein spurningur um tíð.

 

Tað segði Annfinn Brekkstein, ið helt røðu fyri liðunum báðum í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu, ið var karmur um móttøkuna, sum er onnur móttøkan av hesum slagi fyri H71, tí áður hevur býráðið eisini heiðrað kvinnurnar fyri sínar sjey EHF Europa Cup-dystir hetta kappingarárið.

 

Nú var høvið so greipan hjá monnunum, ið bæði vunnu føroyameistaraheitið og steypakappingina, og føroyameistaraheitið hjá kvinnunum, sum var tað fyrsta í søgu felagsins.

 

– Einki kemur av ongum, og tað gongur sjón fyri søgn, at H71 er stóra felagið, ið gongur undan og vísir, hvussu langt føroyskur hondbóltur kann røkka – bæði her heima og í altjóða kapping, segði varaborgarstjórin, ið eisini nýtti høvið til at ynskja teimum av okkara spælarum, ið nú fara burtur í onnur lond at royna seg, góða eydnu.

 

Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar frá móttøkuni.

 

Føroyameistararnir hjá kvinnunum saman við varaborgarstjóranum

 

 

Føroyameistararnir og steypavinnararnir hjá monnum saman við varaborgarstjóranum



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo