leygardagur, 2. juli 2022

H71 herjar aftur á í Europa í ár


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71 hevur gjørt av, at kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini.

Serliga kvinnurnar sýndu seg fram frá síni bestu síðu undanfarna kappingarár, tá ið tær spældu heilar sjey dystir í síni kapping, har tað rakk heilt í fjórðingsfinaluna.

 

Og var tað ikki fyri krígshóttanini í Ukraina og einum stívrendum EHF, er ikki lætt at vita, hvussu langt tær kundu komið.

 

Eisini menninir gjørdu sítt besta, men rendu seg beinanvegin í grótharða mótstøðu frá norska Drammen, og hóast heimadysturin royndist væl, gjørdist einki á útivølli.

 

Brúka royndirnar

Men alt samalt gevur royndir, og tær skulu sjálvandi brúkast. Tí hevur H71 gjørt av, at bæði kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini.

 

Føroyar hava rætt til trý lið hjá kvinnum og trý hjá monnum, men enn hevur einki verið at frætt um, at nakað annað føroyskt felag hevur hug at taka við europeisku avbjóðingini hesaferð.

 

Nú er so at brynja seg við toli, tí ikki fyrr enn týsdagin 12. juli fæst at vita, hvørji tilmeldaðu liðini eru, og sjálvt lutakastið undan fyrsta umfarinum verður ikki fyrr enn týsdagin 19. juli.

 

Eitt gott lutakast hevur alt at siga fyri, hvussu góða byrjan tað ber til at fáa, so vit krossa fingrar og tær og vóna, at hepnið verður í okkara parti, tá ið dragast skal um dystirnar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com