mikudagur, 6. juli 2022
Lítlibeiggi Elias Ellefsen á Skipagøtu, 13 ára gamli Boas, er ein av fleiri hundrað hoyvíkingum, sum í hesum døgum eru við til Partille Cup í Göteborg-forstaðnum, Partille, sum er heimstaður hjá felagnum hjá Eliasi, IK Sävehof.
Tað hava tey, sum taka sær av heimasíðuni hjá Partille Cup, eisini lagt merki til, og tey hava gjørt eina lítla samrøðu við Boas.
Millum annað staðfesta tey, at H71-liðið, sum Boas spælir við, hevur staðið seg framúr væl, tí liðið hevur vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir.
– Tað er stuttligt og gott at vera við til Partille Cup. Her er stuttligt at spæla, staðfestir Boas, ið samstundis er glaður fyri at spæla í “heimbýnum” hjá Eliasi, ið tó ikki er til staðar, tí hann er farin til Portugal við U20-landsliðnum, ið skal spæla EM-endaspæl har.
Boas minnir um Elias
Hann sigur við Partille Cup-heimasíðuna, at hann og stóribeiggin ikki er heilt ólíkir í spælistíli:
– Eg spæli sum hann, og okkara spælistílur er sera líkur. Sjálvur haldi eg meg vera ein ordiliga klókan spælarar, og eg havi eisini ment meg sjálvan í verjupartinum, sigur hann.
Liðið hjá H71, sum Boas spælir við, leggur dent á at vinna dystirnar og at skjóta nógv mál í hvørjum dysti, og Boas heldur, at teir gott vinna kappingina.
– Eg droymi um at gerast tann besti hondbóltsspælarin nakrantíð, sigur Boas, ið ynskir at røkka langt í hondbólti. Og hann hevur – við einum brosi – longu eitt dreymafelag í kikaranum, tá ið hann kemur so langt: – Barcelona!
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |