hósdagur, 7. juli 2022
Í dag byrjar EM-endaspælið hjá U20-mansliðunum í Portugal, har okkara menn í fyrsta dystinum skulu spæla ímóti Danmark.
Dysturin verður spældur á miðdegi, og umframt at hann kann síggjast í sjónvarpinum, verður hann eisini vístur á stórskíggja í Vágsbotni, har trappan mangan hevur verið karmur um góðar dystir.
Vælvitandi, at mótstøðan er hørð frá fyrstu løtu, tí Føroyar eru í einum krútsterkum bólki, kunnu vit eisini taka orðini hjá spælarunum fyri góða vøru: “Jamen, vit eru eisini góðir!”
Sum sagt, er fyrsti dysturin í dag ímóti Danmark, og í morgin eitur mótstøðan Slovenia og sunnudagin Ungarn. Allir dystirnir verða spældir klokkan 12.
Vit gleða okkum at síggja okkara evnaríku framtíðarspælarar í hesum dystunum og vónandi fleiri aftrat í EM-endaspælinum. Ikki verri, sæð við okkara brillum, at H71 líkasum eigur bulin á liðnum!
Fyri trimum árum síðani sóu vit í Göteborg, hvat hesir ungu knassarnir kunnu dríva tað til, tá ið teir sum U17-lið vunnu Europea Open í kapping við 24 aðrar tjóðir.
Koyr á, Føroyar!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |