fríggjadagur, 8. juli 2022

Kvinnurnar vunnu síðsta dystin


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Umframt øll liðini, H71 hevur við í stóru hondbóltskappingini, Partille Cup, hevur H71 eisini havt fýra spælarar við á U16-kvinnulandsliðnum, sum hevur spælt European Open-kappingina.

Henda kapping hevur eisini verið í Göteborg-forstaðnum, Partille, og við á landsliðnum hava vit havt Mariu Beder, Sáru Hórará, Fiólu Skaalum og Helenu D. Magnusardóttir, sum síggjast á myndini omanfyri.

 

Nú kappingin er liðug, kunnu vit fegnast um, at tær allar taldust millum málskjúttarnar í teimum tilsamans sjey dystunum, tær hava spælt hesa vikuna – í tveimum førum tveir dystir sama dag.

 

Tær byrjaðu kappingina mánadagin við tveimum dystum, har tær høvdu ein fínan fyrra hálvleik, men ein verri seinna. Ímóti Svøríki vóru tær á odda 10-7 í hálvleikinum, men taptu 15-23, og hóast bara trý mál vóru á muni í hálvleikinum ímóti Montenegro, taptu tær 18-26.

 

Men týsdagin reistust tær veruliga og mengnaðu ein sera flottan javnleik ímóti Hollandi, 23-23. Tað merkti, at tær í síðstu dystunum skuldu kappast við fýra onnur lið um 13. til 17. pláss.

 

Tað gekk ikki so galið, tí fyrst vunnu tær 22-18 á Finnlandi, taptu tepurt 19-22 fyri Íslandi, men vunnu so aftur sannførandi, 29-12, á Lettlandi, áðrenn tær í morgun í síðsta dystinum vunnu greitt, 31-17, á Estlandi.

 

Hetta merkir, at kvinnurnar enda á 14. plássi av 17 londum í European Open hesaferð, og tað er nøkulunda tað, ið roknað varð við frammanundan. Uttan iva ein lærurík og mennandi kapping, ið gevur royndir, arbeiðast kann víðari við.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com