leygardagur, 9. juli 2022

Dreingir 11 vunnu javna finalu


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

PARTILLE CUP: Tað skuldi eitt sindur til hjá okkara U11-liði, áðrenn gullið kundi fáast til høldar, tí har var ikki nógv meira enn tað eina máli á muni allan vegin.

Men tað eina málið var altso til okkara fyrimun, so liðið fekk víst sína styrki við at halda fast. Hálvleiksleiðslan var 7-6, og liðið vann at enda 12-11 á svenska IK Sävehof Ö.

 

Spælarin, ið skoraði avgerandi málið til 12-10, var Sámal Olivur Sjúrðarson, sum eftir dystin fegnaðist í samrøðu við heimasíðuna hjá Partille Cup:

 

– Tað er stórt at vinna. Kenslan er framúr, segði hann og fegnaðist um eina góða viku í Göteborg. – Mær dámar kappingina væl. Hon er framúr góð, legði hann afturat.

 

Venjari hjá dreingjum 11 í sambandi við Partille Cup hevur verið Sebastian Christensen, sum eisini hevur fingið góða hjálp frá Peturi Djurhuus.

 

Ein av fegnu hoyvíkingunum, ið fagnaði U11-liðnum á Facebook-vanganum, vísti til nakrar reglur úr Hoyvíkssanginum, ið hóskaðu serstakliga væl til høvið:

 

“…stoltur ungdómur ber førning fram á leið.

Inn í hallir, út í heim tey leita vilja,

tó til Hoyvíkar sítt upphav gloyma ei.”



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com