leygardagur, 9. juli 2022

Dreingir 13 sótu tungt á finaluni


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

PARTILLE CUP: Fyrr í vikuni segði Boas Ellefsen á Skipagøtu, at teir á U13-liðnum ætlaðu at fara allan vegin – og í dag hildu teir orð!

Dysturin var ímóti danska felagnum, Hjortshøj Egå, sum hevði staðið seg sera væl í kappingini, men hóast finalan í løtum kundi síggja jøvn út, høvdu okkara munin allatíðina.

 

Í hálvleikinum var H71 á odda við einum máli, 8-7, so tað kundi tykjast opið, men nokk so skjótt byrjaði tað at líkjast einum H71-sigri, ið ikki lættliga kundi hóttast.

 

Danska liðið royndi av øllum alvi at andøva ímóti, men tað eydnaðist ongantíð at finna lykilin til verjuna hjá H71, sum helt Hjortshøj Egå so mikið frá sær, at tvey mál vóru á muni til endans. H71 vann 13-11.

 

Eftir dystin segði ein av venjarunum, Simon Olsen, við heimasíðuna hjá Partille Cup, at hetta hevði verið ein frálík vika við góðum hýri, og at tað var fantastiska at sleppa at krýna avrikið við at vinna gull.

 

Í sambandi við kappingina hevur Simon havt Jákup Símun Simonsen og Alfred Jacobsen aftur at sær sum venjarar.

 

Ikki færri enn 1.067 hondbóltslið úr 31 tjóðum hava hesa vikuna kappast á tilsamans 56 vøllum í Partille.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com