mánadagur, 11. juli 2022

Europa Cup: H71 og 58 onnur…


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Kvinnurnar skulu aftur í ár royna seg í EHF Europa Cup-kappingini, har tær í fjør spældu sjey dystir og komu í fjórðingsfinalurnar.

Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur akkurát kunngjørt, at tilsamans eru 59 lið meldað til ársins útgávu av EHF Europa Cup, so talan er um tvey lið fleiri enn síðsta kappingarár.

 

Tá tóku H71-kvinnurnar alt hondbólts-Europa á bóli við sínum framúr góðu úrslitum, har tær í fyrstu trimum umførunum koppaðu fyrst norðurmakedonska WHC Cair, síðani sveisiska Spono Eagles og at enda serbiska Naisa Nis.

 

Og so var tað, at alt steðgaði upp, tí H71 valdi at fylgja tilráðingini frá uttanríkisráðnum og ikki fara inn í Ukraina, har vandin fyri kríggið lúrdi, og tí varð bara spældur heimadysturin ímóti ukrainska Galychanka Lviv, ið forrestin eisini er við aftur í ár.

 

Restin er søga, tí H71 fekk einki viðhald frá EHF og ei heldur nakra hjálp frá myndugleikunum, ið beinleiðis høvdu givið boð um ikki at fara inn í Ukraina, og so gjørdist einki. Men nú verður roynt aftur, og vónandi kunnu H71-kvinnurnar aftur hesaferð verða “ævintýr-liðið” í kappingini.

 

Liðini hjá kvinnum eru ikki fleiri enn so, at einki fyrsta umfar verður, so H71-kvinnurnar eru við í øðrum umfari, tá ið fyrri dysturin verður 8./9. oktober og seinni dysturin 15./16. oktober.

 

Lutakastið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum, verður á EHF-høvuðssætinum í Wien um eina góða viku, týsdagin 19. juli klokkan 10. Spennandi, um vit aftur hesaferð kunnu fáa eitt sindur av viðvindi longu beinanvegin…



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com