mikudagur, 20. juli 2022

Fingu eysturríkska mótstøðu


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Kvinnurnar skulu í EHF Europa Cup spæla ímóti eysturríkska felagnum, SC Ferlach. – Enn vita vit ikki, hvussu verður við heima- og útivølli, sigur H71-forkvinnan, Anna Dam.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at H71 eigur heimavøll fyrst, men sum so ofta í slíkum kappingum, ber til hjá feløgunum at finna eina innanhýsis loysn, har báðir dystirnir verða spældir í øðrum landinum. Í vetur hevði H71 báðar dystirnar í Føroyum ímóti norðurmakedonska WHC Cair og sveisiska Spono Eagles.

 

– Einki er avgjørt, tí nú fara vit at samráðast um tað. Men tey í SC Ferlach hava spurt seg fyri, um vit hava áhuga fyri at spæla báðar dystirnar í Eysturríki, sigur Anna Dam, ið er eitt sindur varin við at siga ov nógv, til feløgini hava tosað saman.

 

Stóra stjørnan er kroati

Talan er ikki um eitt av kendastu hondbóltsfeløgum í Eysturríki. SC Ferlach, sum er sett á stovn í 1963, er heimahoyrandi har suðuri í Eysturríki, nærhendis Klagenfurt. Talan er um eitt felag, ið hevur fýra virkisøki, sum umframt hondbólt eru flogbóltur, karate og frítíðar- og heilsuítróttur, ið fevnir um renning, róður, svimjing, gongu og annað.

 

Hondbólturin er størsta greinin í felagnum, og kvinnurnar vunnu bronsu síðsta kappingarár, men vóru tó langt aftan fyri tey bæði fremstu liðini. Meistari var kendasta liðið í Eysturríki, Hypo Niederösterreich, og WAT Atzgersdorf vann silvur. SC Ferlach hevði í meðal 79 áskoðarar til sínar heimadystir.

 

Stóra stjørnan á liðnum er kroatiski vinstribakkurin, 26 ára gamla Dorotea Prevendar, sum var kosin ársins útlendingur í bestu kvinnudeildini í Eysturríki í fjør. Hon var toppskjútti við 154 málum í 22 dystum, harav 35 brotskøst.

 

Eisini gjørdi slovenski strikuspælarin, 22 ára gamla Luna Voncina, vart við seg sum sættbesti málskjútti við 127 málum, harav 10 vóru brotskøst. Annars er ikki nógv at frætta um okkara komandi mótstøðulið.

 

Kenna heldur ikki H71

Helst vita eysturríkararnir heldur ikki nógv um H71, tí í samrøðu við heimasíðuna hjá eysturríkska hondbóltssambandinum staðfestir leiðarin fyri hondbóltinum í felagnum, Wolfgang Buchbauer, at H71 fyri tey er eitt ókent lið.

 

– Hetta er fyri okkum eitt púra ókent lið. Kortini meta vit okkum at hava góðar møguleikar, nú vit leggja til brots í EHF Europa Cup, sigur hann – uttan at hava kunnað seg um, at H71 altso í vetur kom so langt sum til fjórðingsfinalurnar, áðrenn uttanhýsis umstøður steðgaðu okkara europeiska ævintýri.

 

Av tí at ov fá lið eru meldað til EHF Europa Cup, byrjar kappingin við øðrum umfari, tá ið H71 spælir fyrra dystin 8./9. oktober og tann seinna 15./16. oktober. So fæst at siggja, um tað verður úti- og heimadystur ella um báðir dystirnir verða spældir annaðhvørt her ella í Eysturríki.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com