leygardagur, 30. juli 2022

Einar er glaður fyri at vitja aftur


Hóast tað ikki gekk eftir vild hjá íslendingum í dystunum í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið ímóti føroyska U18-landsliðnum, var íslendski venjarin, Einar Jónsson, glaður fyri at vera komin “á gamlar gøtur”.

– Jú, tað er ógvuliga gott at vera aftur í Føroyum. Eg havi møtt nógvum, góðum fólki, sum eg kenni frá tíðini, tá ið eg var her. Tað er gott at vera aftur í Hoyvíkshøllini, segði Einar, tá ið vit fingu orðið á hann eftir seinna landsdystin. Hann var venjari hjá H71 kappingarárið 2019/20.


Føroyar og Ísland spældu tveir fyrireikingardystir til EM í Hoyvíkshøllini. Leygardagin vunnu Føroyar 39-33 í tí fyrra, men í tí seinna endaði tað við javnleiki, 29-29.


– Eg kenni sjálvandi fleiri av spælarunum og serliga teir frá H71. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv teir hava tikið seg fram og eru blivnir ógvuliga góðir hondbóltsspælarar, sigur Einar.


– Her sær út til at vera ein bjørt framtíð fyri føroyskan hondbólt, og bara ger í Hoyvík hevur verið stór menning.

 

Væntaði tættar dystir
Hóast dystirnir ikki gingu heilt eftir vild hjá Einari og teimum, so var tað ikki so øgiliga nógv øðrvísi, enn hann hevði væntað:


– Nei, eg hevði væntað tveir tættar dystir, sum kanska báðir vóru meira sum hesin seinni. Men í fyrra dystinum vóru vit bara langt frá tí, ið vit kunnu spæla, men fingu tíbetur víst meira vilja í seinna dystinum, sigur Einar Jónsson.


– Seinna dystin áttu vit at havt vunnið, tí vit høvdu nógvar góðar møguleikar. Men vit eru ávegis og skulu serliga betra verjuspælið, so vit kunnu gera ein vørr til EM í Montenegro. Eg hugsi, at vit fingu onkrar spurningar svaraðar í hesum báðum dystunum, eins væl og eg vænti, at Hjalti og Djóni eisini fingu tað.

 

Fylgir væl við
Hóast tvey ár eru liðin, síðani Einar fór úr Hoyvík til fyrst Norra at leita sær nýggjar avbjóðingar og nú aftur er í Íslandi, so fylgir hann væl við, hvat fyriferst í føroyskum hondbólti.


– Eg havi eitt vakið eyga við bæði H71 og føroyskum hondbólti, og nú eg havi verið venjari hjá Vilhelm Poulsen og Rógva Dal-Christiansen, fylgi eg eisini við teimum, nú teir fara til Danmarkar at royna seg, Vilhlem í Lemvig og Rógvi í Randers, sigur hann.


– Tað verður spennandi at síggja, hvat teir fáa burturúr, eins væl og fleiri aðrir spælarar. Ikki minst er tað spennandi at fylgja við spælarunum, eg havi vant her í Hoyvík, tí tað sær út til, at teir standa seg sera væl, allastaðni har teir koma.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com