9. oktober 2013

Góðir Neistar í Hoyvíkshøllini


H71 - Neistin: 25 - 30 (13 - 14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen og Jan Egil kristiansen

Stóru mununirnir vóru bjargingartprosentið hjá málmonnunum og strikuspælið.

Samandráttur

Neistin tók øll á bóli sunnudagin, tá teir vunnu á Kyndli. Frá seinasta kappingarári vistu vit, at Neistin er trupul fyri H71, og tískil átti tað ikki at komið óvart á. Tað stutta av tí langa er, at vit taptu móti einum betri liði og hava fingið okkara fyrsta ósigur í ár. Dysturin var yvirhøvur javnur, og tó so var Neistin stavnin frammanfyri allan dystin. Dysturin endaði 25-29 til Neistan.
 

Um dystin

Dysturin byrjaði við jøvnum spæli, og ein løtu fylgdust liðini. Tá 11 min. vóru leiktir, legði Neistin seg á odda 6-5, og hetta var samstundis byrjanin til tann stavnin, ið Neistin legði seg framum so gott sum allan dystin. Vit høvdu leiklutin at renna aftaná. Ikki tí, tað var ikki nakar serliga sjónligur munur á liðunum, uttan sjálvur spælistílurin. H71, sum vanligt, við kvikum spæli, meðan gestirnir meira løgdu seg á tolið spæl, til onkur glotti gjørdist í H71 verjuni. Kanna vit eftir, hvør skeyt málini, so sæst ein sigandi munur. Hallur, Bogi og Bogdan skutu 22 av 25 málum fyri H71, meðan nógv fleiri spælarar á Neistaliðnum skutu mál. Tað var ongin álopsbreidd hjá okkum í dag, tað mugu verða fleiri, sum bjóða seg til at skjóta!

Við hálvleik var bert eitt mál á muni, 13-14 til Neistan.

Ikki fyrr enn annar hálvleikur var hálvrunnin, eydnaðist H71 at koma uppá javnt, 22-22. Dysturin stóð til at venda, men ein upplagdur málmøguleiki endaði við at Neistin aftur legði seg framum, og tá var meira trúgv eftir í Neistanum enn í okkara monnum, og dysturin stóð ikki til at bjarga. Vit taptu við fýra málum 25-29.

Ein av stóru mununum var bjargingarprosentið hjá málmonnunum. Mikkjal Hansen var ein ótrúliga stinnur aftasti skansi hjá gestunum, meðan ikki tað sama kann sigast um okkara málmenn. Men tað var ikki nøkur løtt uppgáva, tí uttara verjan var alt ov vánalig. Okkara skjúttar vóru eisini alt ov ótolnir, og hetta gjørdi, at lætt var at lesa skotini, sum alt ov ofta vóru sett ovarliga, har Mikkjal er stinnastur. Seinasta høggið hjá Bogdani var ein perla, og vísti í veruleikanum, hvussu skjótast skuldi, upp at hanga eina løtu og so í mál.

Ein annar stórur munur millum liðini var strikuspælið. H71 hevði at kalla onki strikuspæl, tað bleiv at kalla ikki spælt uppá strikuna, meðan strikuspælið hjá Neistanum var ein av orsøkunum til at teir vunnu.

Neistin vinnur enn nøkur stig uppá, at teir eru undirmettir, men tí finna liðini sjálvi skjótt útav.

Nýggir menn á liðnum: Í dag var fyrstu fer, at Jónas Djurhuus og Pætur Thomsen spældu skrásettan dyst í bestu deildini. TILLUKKU VIÐ TÍ !!! Og báðir stóðu seg væl.

Dagsin maður: Bogi Davidsen spældi ein frágera góðan dyst. Saman við Halli vóru teir topskorðarar við 8 málum í part. Bogi vísti framúr áræði, vardi væl, var skjótur frammi og sum oftast tryggur at skjóta. Serliga væl eydnaðust einmanssnærálopini, sum vístu góðan dystarvilja og kunnu virka sum stimbur hjá hinum (tá slíkt eydnast ;-) ).

Hjá Neistanum mugu vit nevna tann so sera stinna málmannin Mikkjal Hansen. Hann var ein av orsøkunum til, at tað gekk okkum so illa í kvøld. Honum á baki kom Jugoslav Djumic, gløggur, vælskjótandi og sterkur sum ein tarvur. Hann var eisini besti skjútti við seks málum.

Dómaraseðilin kanst tú síggja her.

Hinir dystirnir
KÍF-VÍF 30-27, Team-K- StÍF: 24-30



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo