4. september 2022

Kvinnurnar vunnu Lionsbikarið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Okkara kvinnur vunnu stórsigur á Kyndli í dystinum um fyrsta steypið í hesum kappingarárinum, men menninir máttu lúta fyri kollfirðingum, ið tískil fóru avstað við Lionsbikarinum.

Eingin slingur var í valsinum, tá ið H71-kvinnurnar settu skjøtil á enn eitt kappingarár. Dysturin um Lionsbikarið hjá kvinnum var ein endurtøka av steypafinaluni síðsta kappingarár, men bara á pappírinum.

 

Á vøllinum var H71 flúgvandi og gjørdi fullkomiliga bart. Longu í hálvleikinum var tað 19-12 til okkara kvinnur, og tá ið liðugt var, hevði H71 vunnið 38-22. Hetta var triðja árið á rað, at kvinnurnar spældu um Lionsbikarið, og tað er nú vunnið tvey ár á rað.

 

Ikki gjørdist tað verri av, at nýggi venjarin hjá kvinnunum hevði føðingardag í dag og tískil kundi fáa eina góða gávu á degnum… Hjartaliga tillukku, Benjamin!

 

Lionsbikarið, kvinnur

H71-Kyndil 38-22 (19-12)

Málskjúttar: Jana Mittún 9, Lukka Arge 7, Marita Mortensen 5, Guðrið á Borg 3, Vár B. Zacharasen 3, Karin Egholm 2, Inga Maria Joensen 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Anna Eliasbeth Halsdóttir Weyhe 2, Elsa Egholm 1, Sára Jacobsen 1, Lív B. Zachariasen 1

 

Hjá monnunum var talan um endurtøku av FM-finalunum í vár, men hesaferð var munurin bara, at teir reyðu úr Kollafirði endaðu omaná. Ikki minst takkað veri Vuk Stevanovic, ið er komin frá Team Klaksvík, tí við 17 málum átti hann ein sera avgerandi leiklut.

 

Ikki tí, tað sá út til at vera á góðari kós fyri steðgin, tá ið H71 síðstu tíggju minuttirnar bara læt eitt mál fara ígjøgnum. Men í seinna hálvleiki vendi alt øvugtan veg, so KÍF bara skuldi hava tíggju minuttir um at venda dystinum.

 

Okkara menn sluppu at renna aftaná restina av dystinum, og tí kundi KÍF fara avstað við Lionsbikarinum, sum H71 annars undan dagsins dysti hevði vunnið heilar seks ferðir á rað!

 

Lionsbikarið, menn

H71-KÍF 28-34 (15-13)

Málskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu 8, Baldur Gillason 5, Ragnar Karlsson 5, Peter Krogh 5, Poul Símun í Garði 2, Bogi Hansen 1. Jón Rói M. Høgnesen 1, Sveinur Olafsson 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
           
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo