týsdagur, 6. september 2022

Menninir serbiskt mótstøðulið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Mynd: Sverri Egholm

H71-menninir skulu í EHF Europa Cup-kappingini spæla ímóti serbiska RK Partizan Beograd, ið søguliga telist millum sterkastu feløg í serbiskum hondbólti.

Seinastu tvey kappingarárini hevur RK Partizan Beograd vunnið silvur, og søguliga sæð er felagið tað næstmest vinnandi í serbiskum hondbólti.

 

RK Partizan Beograd hevur níggju ferðir verið meistari og ellivu ferðir steypavinnari – fyrst í gamla Jugoslavia og síðani Serbia. Heimavøllurin er Banjia Sport-høllin, ið tekur 2.500 áskoðarar.

 

Ivaleyst fáa okkara menn seg royndar, tá ið teir í øðrum umfari koma inn í kappingina, men tað taka vit bara sum eina avbjóðing. Fyrri dysturin verður spældur vikuskiftið 29./30. oktober og seinni dysturin vikuna eftir, vikuskiftið 5./6. november.

 

Nú fara so samráðingar fram millum H71 og RK Partizan Beograd um, hvussu dystirnir skulu avgreiðast. Annaðhvørt verður tað heima- og útidystur í hvør sínum landi ella við eini avtalu um, at báðir dystirnir skulu spælast í øðrum landinum, og tá verða teir helst spældir dag um dag, bara tað er millum 29. oktober og 6. november.

 

Annars er nú greitt, at H71-kvinnurnar skulu spæla báðar dystirnar ímóti eysturríkska SC Ferlach niðri í Eysturríki tann 14. og 15. oktober.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com