mikudagur, 28. september 2022

Spæla báðar dystirnar í Serbia


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Menninir, sum í EHF Europa Cup-kappingini skulu spæla ímóti serbiska RK Partizan, skulu spæla báðar dystirnar í Beograd, tann fyrra fríggjadagin 4. november og tann seinna sunnudagin 6. november.

Tað vil siga, at vit ikki í vetur fáa báðar teir fyrstu dystirnar at síggja á heimavølli. Soleiðis eru treytirnar nú einaferð, skal fíggjarliga roknistykki fáast at hanga saman, tí munandi størri útreiðslur standast av at spæla annan dystin úti og hin heima.

 

– Í øllum førum er eingin ivi um, at vit kunnu vænta okkum eina torføra uppgávu, tí vit skulu royna okkum ímóti einum sterkum serbiskum liði. Hetta verða tveir truplir dystir, har teir sjálvandi hava fyrimunin av at spæla báðar á sínum heimavølli, sigur Simon Olsen, høvuðsvenjari hjá H71-monnunum.

 

– Vit vilja sjálvandi sleppa víðari til annað umfar, so fyri okkara part fara vit at leggja størsta dentin á at leggja eitt gott avrik eftir okkum. Nú hava vit tvær ferðir verið við áður, og eisini hesa triðju ferðina halda vit fast í dreymin um at røkka annað umfar.

 

Hópurin er ungur

Liðið er nógv broytt í mun til síðsta kappingarár, tí fleiri spælarar eru farnir uttanlands at royna seg, men Simon er vónríkur, tí hann heldur seg hava sæð góðar ábendingar í teimum trimum dystunum í landskappingini higartil.

 

– Sjálvandi arbeiða vit við tí liðnum, vit hava, og nú vit hava nógv nýtt fólk í bæði verju og álopi, eru vit greiðir yvir, at tað tekur tíð at byggja nakað upp. Men eg haldi, at tað gongur tann rætta vegin hjá okkum, sigur venjarin.

 

– Gamaní, er hópurin hjá okkum ungur, men samstundis er hann sera spennandi og har er nógv potentiali. Nøkur útsving hava verið, nú vit hava arbeitt við at fótað okkum sum lið á vøllinum, men vit royna alla tíðina okkara besta, og tað fara vit eisini at gera í europeisku avbjóðingunum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com